Landsstýrið hevur framt valdsgerð ímóti Landsstýrismálanevndini
Sámal Matras Kristiansen, skrivar
Í prinsippinum er Landsstýrið undir Løgtinginum - Landsstýrið er tænari Løgtingsins, ið skal útinna tess lóggávu. Fólkið velur Løgtingið, ið skipar samgongu, ið velur Løgmann, ið mannar Landsstýrið. Løgtingið kann eisini koyra landsstýrisfólk ella Løgmann frá. Soleiðis er okkara tingræðiskipan skrúvað saman.
Í verki er Landsstýrið tó sum oftast oman fyri Løgtingið. Hetta hevur fleiri ymiskar orsøkir, m.a. at landsstýrisfólk
(næstan altíð) verða tikin úr Løgtinginum, fáa varalimir inn fyri seg og harvið fáa vald á varalimunum í Samgonguni.
M.a. eru bæði Hans Jacob Thomsen og Hanna Jensen - meirilutin í Landsstýrimálanevndini - undir valdinum hjá landsstýrisfólkunum hjá sínum flokkum. Teirra løgtingslimaskapur er treytaður av flokkanna landsstýrissessum.
Meirilutin av Landsstýrismálanevndini er sostatt undir Landsstýrisins valdi, og tað ger, at hesir limir støðugt eru hóttir við at missa løgtingssessin, um tey taka eina avgerð, ið mótarbeiðir Landsstýrinum.
Av hesi orsøk hava Thomsen og Jensen verið trýst til at broyta støðu. Hetta er klassiskt “Dahl’skt” vald, har A trýstir B til at gera nakað, B annars ikki hevði gjørt. Landsstýrið (ið harumframt eisini hýsir floksleiðslurnar) hevur trýst samgongu mannaða meirilutan í Landsstýrismálanevndini til at gera nakað, tey annars ikki høvdu gjørt. Hvussu
hetta ítøkiliga er farið fram, herundir hvussu beinleiðis/óbeinleiðis valdið er framt, hevur minni at siga, men tað er klárt og týðiligt, at henda valdsgerð er farin fram handan leiktjøldini - beinleiðis ella óbeinleiðis.
Hendan týðandi eftirlitsskipanin má sigast at hava fingið eina ógvusliga skoynu seinastu dagarnar.
Landsstýrismálanevndin er beinleiðis í vanda fyri at gerast ein longdur armur hjá Landsstýrinum, heldur enn ein Løgtingsins eftirlitsstovnur mótvegis Landsstýrinum. Hetta er sum sagt ikki einasta dømið um samansósing av Løgtingi og Landsstýri - lóggevandi og útinnandi valdinum, men tað mest viðkomandi dømið í hesum døgum um
vantandi skott millum statsvaldini.
Hans Jacob Thomsen og Hanna Jensen munnu í hesum døgum sita eftir við sera beiskum smakki í munninum, serliga nú henda svikagerð ikki vísti seg at rigga. Størstu ábyrgd eiga tó Løgmaður og nú fráfarna landsstýriskvinna,
ið valdu at brúka hetta ógvusliga valdstilfeingi til eitt so lutfalsliga lítið mál, ið síðani hevur vaksið seg til eina samgonguhóttandi gølu. Heilt ómetaliga illa avstaðfarið.
Spurningurin er í víðari perspektivi, um tað kann vera rætt, at limir í Landsstýrismálanevndini kunnu vera varalimir fyri landsstýrisfólk, sum Hans Jacob Thomsen og Hanna Jensen jú eru. Ella er tað kanska júst við beráddum huga, at man hevur valt tveir av "veikastu" løgtingslimunum í Landsstýrismálanevndina, tí hesir eru lættari at kontrollera?
Ella kanska var tað bara tí, eingin annar tímdi? Og hvør tímir at sita í eini nevnd, ið ikki fær frið at arbeiða?
Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur og námslektari
Mest lisið í farnu viku
10 heiðursmerki á Malta
100 ára dagur hjá Andreu Poulsen
Flemish Cap á vandakós
Ivasamt um Tobbi verður borgarstjóri
Jenis av Rana við nýggjari bók
Kæra um kommunuvalið í Runavík
Línufiskiskapur og fiskiveiðimøguleikar
Miðnám: Bara ein fimtingur ætlar at lesa í Føroyum
Pensjónistarnir snýttir fyri prísjavning av Samhaldsfasta
Smá men kná - ein greining av treysti í mikrosamfelagnum
SØGAN UM HANDLARNAR verður givin út
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur