Styrkja samstarvið við Ísland
Í farnu viku var fundur millum Havstovuna og íslendska Hafrannsóknastofnun
Í farnu viku vitjaði Dennis Holm, landsstýrismaður, saman við Maritu Rasmussen, stjóra á Havstovuni, á íslendska Hafrannsóknastofnun, vanliga nevndur Hafro.
Endamálið við vitjanini var m.a. at kunna seg um virksemið á Hafro og eisini at umrøða, hvussu samstarvið millum Havstovuna og Hafro kann styrkjast. Á fundinum vórðu fleiri ítøkilig samstarvsøkir umrødd, bæði viðvíkjandi stovnsmetingum av felags og ferðandi stovnum, havgransking og gransking av, hvørja ávirkan aling hevur á t.d. firðir og sund og á villan fisk.
Sum grannatjóðir í Norðuratlantshavi, við nógvum felags økjum og áhugamálum, er tað natúrligt, at samstarvið millum Havstovuna og Hafro verður víðkað, og eg fegnist um, at gongd nú er sett á at styrkja og ikki minst at skipa samstarvið millum Havstovuna og Hafro, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.
Á vitjanini í Íslandi varð avtalað at fara undir at gera eina formliga samstarvsavtalu millum Havstovuna og Hafro, og tær fyrireikingarnar eru nú farnar ígongd.
Mest lisið í farnu viku
10 heiðursmerki á Malta
100 ára dagur hjá Andreu Poulsen
BAKKAFROST keypir nýggja tvíkilju frá KJ
Flemish Cap á vandakós
Ivasamt um Tobbi verður borgarstjóri
Jenis av Rana við nýggjari bók
Kæra um kommunuvalið í Runavík
Línufiskiskapur og fiskiveiðimøguleikar
Miðnám: Bara ein fimtingur ætlar at lesa í Føroyum
Pensjónistarnir snýttir fyri prísjavning av Samhaldsfasta
Stjórnarslit í Týsklandi
SØGAN UM HANDLARNAR verður givin út
Uppskot um hægri pensjónsaldur sent til ummælis
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur