Doyði tá toran slerdi niður
Ein fótbóltsleikari doyði, tá toran slerdi niður í dysti. Dysturin var steðgaður og leikararnir gingu av vøllinum, men tá slerdi toran niður
Í einum dysti í Peru doyði ein leikari og ein annar endaði á sjúkrahúsið og var støðan álvarslig tí hann hevði brunasár av hendingini.
4 leikarar fingu skaða, sum merkir brunasár av hendingini.
Tað er video av hendingini, men tað metir R7 ikki verða passandi at vísa.
Men á myndunum síggja vit umleið 12 leikarar og so slær toran niður og 8-9 leikarar detta niður samstundis. Tað sær út sum, orsaka orðavalið, teir blivu skotnir.
Toran hevur sera stóra megi og er rættuliga vandamikil. Tí eiga vit at ansa okkum, tá vit eru sunnanfyri, har toran hevur aðra styrki enn tað vit vanliga síggja í Føroyum.
Hetta er triðju ferð í ár at fótbóltsleikari doyr tá toran slær niður. Tað er vanliga ár ímillum slíkar hendingar. Og tað eru onkur yvirlit sum vísa aftur til 1948, tá tveir doyðu í sama dysti í Onglandi.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Broytingar í sjófeingislógini
Føroyar yvirtaka siglingarfráboðanir
Kommunuval ógilda og umval
Løgmálaráðið eftirkannað 158 uppskot
Pensjónsuppsparing
Stórur fiskur etur lítlan fisk (dronovideo)
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur