BAKKAFROST keypir nýggja tvíkilju frá KJ
Bakkafrost og KJ hava skrivað undir avtalu um bygging av nýggjari tvíkilju. Tvíkiljan verður nýbygningur nummar 66, sum KJ byggir og nummar 36 í røðini hjá Bakkafrost.
Tvíkiljan, sum sáttmáli er gjørdur um, er 20 metrar long og nýggju metrar breið. Hetta er ein tvíkilja í somu stødd sum Miðenni, sum KJ handaði Bakkafrosti 6. desember í fjør.
Talan er um systurskip til Miðenni og nýggja tvíkiljan verður eins væl útgjørd. Tvíkiljan hevur verið á tekniborðinum í eina tíð, men nú er arbeiðið farið ígongd og verður hon væntandi handað á heystið 2025.
Viggo Johannesen, stjóri hjá KJ, sigur, at “menningin hjá føroysku alivinnuni síðstu nógvu árini hevur ført við sær, at tørvur er á størri og máttmiklari tvíkiljum.
Tørvurin á størri deksplássi og størri dekskranum ger, at støddin á størstu tvíkiljunum sum vit byggja, er komin upp á 20×9 metrar.”
Mest lisið í farnu viku
Al-Qaeda hevur yvirtikið Sýria
Andakt
Áron – Nýggj bók frá Leirkerinum
Búskaparkreppa í Europa
Býtið av bókasavnsgjaldinum verður endurskoðað
Franska stjórnin fallin
Helst hevði Terji á Lakjuni rætt
Kommunuvali í Oyndafirði og býráðssamtyktin 28 november
Lægsta treystitalið síðan 2009
Nýggja skipið hjá Framherja
Sandoyggin er ein oyggj við potentiali
Takk fyri, Jenny Christina Petersen
Virksemið hjá politinum í tølum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur