Stjórnarslit í Týsklandi
Nýval verður helst í januar. Tað gongur ikki væl í Týsklandi í løtuni og tað var ikki semja um at lána pengar og ei heldur um at spara pengar
Stjórnarsamstarvið millum SPD, FDP og tey Grønu í Týsklandi er slitna. Tað tykist eitt sindur ógreitt hví tað hendi. Partarnir hava ikki somu frágreiðing um orsøkina. Men tað tykist sum ósemjan er um pengar.
Grundlógardómstólurin hevur fyrr í ár avgjørt, at ætlanin at hækka skuldarlofti ikki var í samsvar við lógini. Tá mangla pengar. Umleið 100 milliardir í okkara pengum. Ætlanin var at spara útreiðslur, men tað var ósemja um hvussu.
Seinasta freist at gera semju var í næstu viku. Nú bleiv í staðin stjórnar slit.
Partarnir eru eisini ósamdir um nýval. Onkur vil hava nýval sum skjótast. Tað er seinnapartin í januar. Onkur vil hava nýval í mars.
Búskapurin í Týsklandi hevur tað ikki gott í løtuni.
Mest lisið í farnu viku
Al-Qaeda hevur yvirtikið Sýria
Andakt
Áron – Nýggj bók frá Leirkerinum
Búskaparkreppa í Europa
Býtið av bókasavnsgjaldinum verður endurskoðað
Franska stjórnin fallin
Helst hevði Terji á Lakjuni rætt
Kommunuvali í Oyndafirði og býráðssamtyktin 28 november
Lægsta treystitalið síðan 2009
Nýggja skipið hjá Framherja
Sandoyggin er ein oyggj við potentiali
Takk fyri, Jenny Christina Petersen
Virksemið hjá politinum í tølum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur