Flemish Cap á vandakós
Á fundi í Leirvik mikudagin var línuveiðan sett á breddan. Vit sóu stovnsmetingar og veiðutøl av Flemish Cap og aðrastaðni við. Tølini góðu greiða ábending um at ævintýri nærkast endanum
Tað undirritaði legði merki til vóru stovnsmetingarnar fyri Flemish Cap. Tey tølini vóru aftur til umleið 1960. Tey síggjast á myndini niðast í hesari grein.
Eisini bleiv upplýst at veiða og inntøka á Flemish Cap var nógv stórst á Flemish Cap og at skipini settu færri stampar, tí annars megnaðu tey ikki at arbeiða undan.
Flemish Cap verður onkuntíð stongdur, tí mett verður at toskastovnurin er í vanda. Í 2021 var um reppi at tað bleiv stongt. Og støðan hjá stovninum er á leið tann sama í dag.
Stovnurin má roknast at minki niður um støði fiskifrøðingarnir halda verða burðardygt. Teir stovnsmeta ikki hvørt ár, men roknast kann við at í 2026/27 verður tilráðingin at gevast at fiska.
Tilráðing frá fiskifrøðini tekur støði í væntaðari tilgongd og tilráddari veiðu. Men vit síggja eisini, at seinasti góði árgangurin sum var í 2021 ikki er serliga góður og tí er ongin árgangur at halda stovninum uppi. Fiskifrøðin sigur altíð við støði í stovnsstøddini, at tað fer at ganga. Hvørja ferð, stovnurin er í minking, sigur havfrøðin fá ár aftaná, at tað gekk ikki og tilmælir at minka veiðuna. Og nú er veiðubann ella moratorium eisini vanligt.
Vit kunnu velja at gloyma tað sum Havfrøðin segði fyrr og hvat hendi. Vit kunnu velja at trúgva tí havfrøðin sigur í dag. Havfrøðin brúkar sama model, sum teir brúktu fyrr. Helst er rætt at spyrja, hví úrslitið skal verða øðrvísi enn tað var, seinast umstøðurnar vóru tær somu.
Fyri tosk er altíð galdandi, at aftaná góðar tíðir koma ringar tíðir. Tað hava verið góðar tíðir á Flemish Cap í 10 ár og tá noktaði fiskifrøðin okkum at veiða nógv. Vit kundu við rættuliga stórari vissu havt fiska 50.000 tons á Flemish Cap okkurt av seinastu árunum. Føroyski parturin er umleið 22%.
Nú eru ringar tíðir og toskastovnurin á Flemish Cap minkar. Tí fer fiskifrøðin at tilmæla veiðubann í nærmastu framtíð. Tað stendur ongastaðni, men tað síggja vit á myndini um vit taka hædd fyri tí fiskifrøðin segði og hvat hendi aftaná, seinast umstøðurnar vóru tær somu.
Fundurin í Leirvík greiddi frá, at Flemsh Cap er stórur partur av inntøkugrundarlagnum hjá frystilínuskipum. Verður tað burtur, so verður svangligt hjá línuflotanum. Skipini eru stór og kosta nógvar pengar.
Eivind Jacobsen
Granskari
Mest lisið í farnu viku
Al-Qaeda hevur yvirtikið Sýria
Andakt
Áron – Nýggj bók frá Leirkerinum
Búskaparkreppa í Europa
Býtið av bókasavnsgjaldinum verður endurskoðað
Franska stjórnin fallin
Helst hevði Terji á Lakjuni rætt
Kommunuvali í Oyndafirði og býráðssamtyktin 28 november
Lægsta treystitalið síðan 2009
Nýggja skipið hjá Framherja
Sandoyggin er ein oyggj við potentiali
Takk fyri, Jenny Christina Petersen
Virksemið hjá politinum í tølum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur