Kæra um kommunuvalið í Runavík
Tað tykist sum ein krossur er settur aftaná at valhølini lótu aftur
Fínteljingin í Runavíkar kommunu gjørdi at Jonhard Danielsen misti 1 atkvøðu. Tað førdi til lutakast og tapti Jonhard Danielsen og Jóhan Vest vann sær sessin í býráðnum.
Á bygd vita nógv hvør velur hvønn. Tað ger Jonhard Danielsen eisini. Tí ringdi hann til 100% av sínum veljarunum á valstaðnum, har ógildaða atkvøðan kom frá. Hann fekk vátt at bara 1 krossur var settur á valseðilin. Uppteljingin á valstaðnum fann ongan seðil við tveimum krossum.
Síðan gongur náttin og í dag var fínteljing. Tá fíntalt verður, so er ein atkvøðuseðil við tveimum krossum. Hesin bleiv ógildaður.
Av tí at atkvøðurnar ikki eru goymdar á tryggum stað, ber ikki til at útiloka at onkur hevur sett kross aftaná at valhølini eru latin aftur. Tað ljóðar ótrúligt. Men tað kann tíverri ikki útilokast.
R7 hevur tosa 100% av veljarunum á nevnda valstað, sum siga seg hava valt Jonhard Danielsen. Talið svarar saman við atkvøðutalið.
R7 hevur fingið vátta at bara ein krossur, er settur á hvønn atkvøðuseðil.
Sjálvandi er hetta eitt álvarsmál. R7 hevur eisini fingið at vita, at málið verður kært. Men málið skal sambært lóg kærast til kommunustýri.
Fleiri kommunustýrislimir hata Jonhard Danielsen av helium hjarta og tí er kommunustýri helst inhabilt at viðgerða málið.
Mest lisið í farnu viku
Al-Qaeda hevur yvirtikið Sýria
Andakt
Áron – Nýggj bók frá Leirkerinum
Búskaparkreppa í Europa
Býtið av bókasavnsgjaldinum verður endurskoðað
Franska stjórnin fallin
Helst hevði Terji á Lakjuni rætt
Kommunuvali í Oyndafirði og býráðssamtyktin 28 november
Lægsta treystitalið síðan 2009
Nýggja skipið hjá Framherja
Sandoyggin er ein oyggj við potentiali
Takk fyri, Jenny Christina Petersen
Virksemið hjá politinum í tølum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur