Ukraina hevur skotið langtrøkkandi rakettir inn í Russland
Ukraina brúkti í nátt langtrøkkandi rakketir í álopi á Russland
Støðan er ivaleyst rættuliga alvorlig. Russland hevur ávara ímóti brúki av langtrøkkandi rakettum. Orsøkin er, at tær kunnu bara stýrast av amerkanska herinum. Tað eru bara amerikanskir hermenn sum duga at stýra og leggja tað inn, sum skal til, fyri at rakettirnar raka tað skotið verður eftir.
Upplýsingar úr Russlandi eru at aftaná kl. 01 okkara tíð, skjeyt Ukraina 6 Atacm rakettir inn í Russland. Av hesum blivu 5 skotnar niður og ein skadd og gjørdi ongan skaða. Upplýsingarnar siga, at skotið bleiv eftir einum militerum máli, men at har hendi ongin skaði.
Í september var uppá tal at geva Ukraina loyvi at brúka hesar rakettir, men tá úttalaði Putin seg í Russiskum sjónvarpi og USA og onnur Nato lond góðu ikki loyvi tey tá ætlaðu ella umhugsaðu at geva.
Nú hevur Joe Biden so givið Ukraina loyvið at brúka amerikanskar rakettir. Men Frankaríki og Bretland hava ikki fingið loyvi frá USA at geva Ukraina loyvi at brúka teirra rakettir.
Russland hevur júst broytt reglurnar fyri at brúka kjarnorkuvápn. Tað merkir, at álop, gjørt av Ukraina, men stýrt úr USA, sum hetta álop er, skal roknast sum at USA loypur á Russland.
Sostatt er vandin í løtuni rættuliga stórur. Hvat hendur veit ongin. Men støðan er rættuliga spent.
Politiska støðan í USA er óiva orsøkin til støðuna, sum hon er í dag.
Mest lisið í farnu viku
Al-Qaeda hevur yvirtikið Sýria
Andakt
Áron – Nýggj bók frá Leirkerinum
Búskaparkreppa í Europa
Býtið av bókasavnsgjaldinum verður endurskoðað
Franska stjórnin fallin
Helst hevði Terji á Lakjuni rætt
Kommunuvali í Oyndafirði og býráðssamtyktin 28 november
Lægsta treystitalið síðan 2009
Nýggja skipið hjá Framherja
Sandoyggin er ein oyggj við potentiali
Takk fyri, Jenny Christina Petersen
Virksemið hjá politinum í tølum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur