Lygn samgongan
Jóan Pauli í Geil hevur spíska pennin og spart verður ikki uppá lýsingarorðini
Er tað nakað annað enn ósannindir, lumpan og lyrkan, sum heldur samgonguni saman?
Tað er serdeilis hugstoytt nú tað vísir seg at Margith Stórá var full av ósannindum og ongar ætlanir hevur um at rinda okkum útisiglarum eitt fimmoyra aftur, síðani einki uppskot til samtyktar er lagt fram enn, og enn meiri hugstoytt er tað at Løgmaður premierar landsstýriskvinnuna við einum øðrum sessi í vónini at ósannindini ikki innheinta hesi politisku hýmini.
Hevði tað verið ørvitsmøsn í verðskapi, men tað er tað ikki. Tey villeiða okkum av tingsins røðarapalli.
Í almenna miðlavarpinum, í zwertisdýkinum, fylgja tey heldur ikki málinum upp. Tað er eisini villeitt í teirra mikrofonir, men har frættist onki. KVF gjaldið verður ásett politiskt so tey tora kanska ikki.
Høvdu vit borgarliga samgongu, høvdu mikrofonhaldarnir úr zwertisdýkjinu í samstarvið við reyðu kemirarnar úr Frihedsbrevet og reyða vakt torninum í Vágsbotni lopið á, og vit høvdu eina mikrofon orkan eins og ódnin í 1988. Men ak einki hendir
Tað at løgmaður roynir at bjarga Margith við at flyta hana í annan sess vísir bert somu háan fyri demokratinum sum fyrisitingin hevur fyri kærumynduleikum, dómstólum, norðurlendska samstarvs sáttmálanum og ikki minst fyri grein 11 í mannarættinda sáttmálanum.
Løgmaður hevur persónliga veitt trygd fyri, at arbeitt var við málinum, men eisini her hevur hann víst seg at verða óálítandi, fyri opnari zwertisdýkjis mikrofon. Valvitandi at eingin hevur gjørt ein skit við málið, ja gadens parlament hevði við vissu kalla hesi hím við orðum, sum ikki kunnu setast á prent.
So er spurningurin er ein slík samgonga av tjórneytum verulig berandi í politikki veljarin kann so undir ongum umstøðum hava álit á hesum klapptoskum
Hvussu kann partur av samgonguni fella ein sum sigur ósætt, og seta annan av sama kaliber í staðin? Hvussu skal palliba hava álit á einum slíkum kvendlið?
Mest lisið í farnu viku
Al-Qaeda hevur yvirtikið Sýria
Andakt
Áron – Nýggj bók frá Leirkerinum
Búskaparkreppa í Europa
Býtið av bókasavnsgjaldinum verður endurskoðað
Franska stjórnin fallin
Helst hevði Terji á Lakjuni rætt
Kommunuvali í Oyndafirði og býráðssamtyktin 28 november
Lægsta treystitalið síðan 2009
Nýggja skipið hjá Framherja
Sandoyggin er ein oyggj við potentiali
Takk fyri, Jenny Christina Petersen
Virksemið hjá politinum í tølum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur