Klokkuklárt sjálvmál
Landstýrið ger í hesum døgum eitt sjálvmál av teimum heit stóru við at hækka skattin hjá teimum ið arbeiða uttanlanda.
Fráflytingin er byrjað og ónøgdin er sera stór. Tað kann blíva trupult at fáa hesi fólk og familjur heimaftur, og hvat hvat er tá vunnið? Ikki bert missa vit fólk, men eisini inntøkur sum Landsstýrið ger alt fyri at fáa fatur á.
Eg vil peika á 3 punktir í frágreiðingni: Den samfundsøkonomiske betydning af internationalt pendlende færinger for det færøske samfund, sum Deloitte hevur gjørt fyri Antares. Øll áttu at lisið frágreingina, hon er tøk her:
https://antares.fo/uploads/tinymce/efa4e0517f2ce26960cdfe7320816fb9e8004e10.pdf
Pendlernes årlige lønindkomst på ca. 1 milliard kr. bidrager direkte til Færøernes bruttonationalindkomst samt overskuddet på betalingsbalancen.
Udenlandspendlende færinger vurderes årligt at bidrage med cirka 435 mio.kr. til de offentlige kasser i dag, heraf 105 mio.kr. fra de mere usikre afledte effekter.
Udenlandspendlere omkring 5% af den færøske arbejdsstyrke. Deres indtægter svarer til ca. 8% af de samlede lønindtægter
Hetta er so klokkuklárt, og eg ikki skilji at Landsstýrið hevur ætlanir um “fáa eitt sindur meira” í landskassan. “Bara” fyri at tippa eitt hol í sama kassa.
Eitt vanligt argument fyri at “teir mugu betala meira”, er at teir ikki rinda fyri asvalti og fyri peruna í lyktapelanum á gøtuni teir býgva á. Júst sama argument kann mann eisini siga um roykjarar og tey ið yvireta seg við ósunnum mati. Skal ein ikki-roykjari so ikki rinda fyri viðger hjá roykjara í sjúkrahúsinum?
Vit hava eitt sera samhaldsfast samfelag, men tað fer altíð at verða onkur ið tjenar meira enn onkur annar. So be it!
Well … eg haldi mann skal fáa eitt annað perspektiv hesum viðvíkjandi og síggja heildina.
Hvat bidraga pendlarnir við annað peningaligt virðið. Jú, førleikar sum nýtast kring allan heimin, og hesir førleikar gangnýtast til at menna nýggjar marknaðir og tænastur. Hetta er jú dýrabart.
Síðani eru røddir frammi um at hesi fólk skulu heim at arbeiða. At gera hvat?? Arbeiðsloysið er í botni. Hvat skulu hesi fólk gera í Føroyum við ongum arbeiðsloysi?
Tað kann tykjast at pendlarnir tjena nógv, men hvat er nógv og fyri hvønn? Nær er nógv mikið nokk, og hvør skal definerað tað?
Útisigalarar og hándverkarar, ið arbeiða uttanlanda, missa sanniliga nógv eisini. Kann mann seta krónutal á mistar føðingardagar og hátíðarhald? Kann mann seta krónutal á at pinku og smábørn ikki kenna pápa sín aftur, tí hann hevur verið úti so leingi?
Latið pendlarnar fáa frið og latið okkum heldur verða við at menna hesa vinnu, byggja brýr millum onnur lond og felagsskapir og økja um okkara útflutningsviðri.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Hjartaliga takk fyri
Klokkuklárt sjálvmál
Kommunuvalið í Oyndafirði
Krógva seg fyri veljarunum
Lygn samgongan
Medisinkistur
Skal tunnilsgjaldið í Eysturoyartunlinum brúkast til at rinda fyri Suðuroyartunnilin?
Smá men kná - ein greining av treysti í mikrosamfelagnum
Soleiðis ferðast Tunfiskur
Styrkja tilbúgvingina
Ukraina hevur skotið langtrøkkandi rakettir inn í Russland
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur