Russland stórsti leverandørur av gassi til ES
Í september í ár keypti ES meira gass úr Russlandi enn nakra aðrastaðni. Tað er fyrstu ferð síðan 2022.
Meðan vit í Føroyum tosa um positivlistar og boykott av Russlandi, økir ES keyp av russiskum gassi. Russland er nú stórsti leverandørur av gassi til ES.
Í september keypti ES fyri 11 milliardir av russiskum gassi. Av hesum vóru umleið 60% flótandi gass og 40% gass latið gjøgnum rørleiðingar.
Umleið 24% av gassi ES influtti kom sostatt úr Russlandi. Í August vóru tað 16%.
Onnur lond sum selja gass eru Algeria, USA, Norra og Bretland.
Áðrenn 2022 keypti ES umleið 40% av øllum gassi úr Russlandi. Nú selur Russland rættuliga nógv gass til Kina.
Viðvíkjandi gassprísum er hendan meting á enskum. Tað sæst at prísurin á gassi í Europa er rættuliga høgur í mun til USA.
ANZ Research forecast the LNG spot price to drop to an average of $32/MMBtu in 2023 and $23.5/MMBtu in 2024, compared with an estimated $36.8/MMBtu in 2022. The World Bank forecast US natural gas prices could average $6 in 2024. It expected European gas prices to trade at $28 in 2024, dropping from $40 in 2022.
Korti vísur gassleiðingar í Russlandi.
Mest lisið í farnu viku
Al-Qaeda hevur yvirtikið Sýria
Andakt
Áron – Nýggj bók frá Leirkerinum
Búskaparkreppa í Europa
Býtið av bókasavnsgjaldinum verður endurskoðað
Franska stjórnin fallin
Helst hevði Terji á Lakjuni rætt
Kommunuvali í Oyndafirði og býráðssamtyktin 28 november
Lægsta treystitalið síðan 2009
Nýggja skipið hjá Framherja
Sandoyggin er ein oyggj við potentiali
Takk fyri, Jenny Christina Petersen
Virksemið hjá politinum í tølum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur