Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið frídømt í Landsrættinum
Málið er um eitt fiskiloyvi hjá skipi, sum banki yvirtók á tvingsilssølu og síðan yvirtók nýggjur eigari skipið.
Dómur er nú sagdur í Landsrættinum, har Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið fekk viðhald í einum máli millum P/F Thor / P/f BankNordik og Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið.
Málið í stuttum:
Málið byrjaði í rættarskipanini í 2014, eftir at djúpvatnstrolarin Phoenix hjá P/F Thor ikki fekk royndarloyvi at fiska stinglaks við smámeskaðum troli.
Síðst í 2008 bleiv royndarfiskiskapurin eftir stinglaksi umskipaður soleiðis, at talið av loyvum í 2009 eftir tilmæli frá Havstovuni varð minkað úr trimum niður í tvey loyvir.
Trolarin Phoenix hevði saman við tveimum øðrum trolarum havt royndarloyvi at fiska stinglaks í tíðarskeiðinum 2001-2008.
Trolarin Phoenix bleiv seldur til BankNordik á tvingsilssølu í november 2008, og Bankin fekk ikki tillutað loyvi í sambandi við umskipanina. Tá P/F Thor keypti trolaran Phoenix frá BankNordik síðst í 2009, bleiv royndarloyvið eisini sýtt P/F Thor, og partarnir løgdu hareftir málið fyri rættarskipanina.
Landsrætturin hevur nú mett, at avgerðin hjá Ráðnum um at minka talið av loyvum til tvey var saklig, og hetta er eisini galdandi fyri avgerðina um ikki at lata loyvið til trolaran Phoenix. Grundarlag er tí ikki fyri at áleggja Ráðnum endurgjaldsskyldu í hesum máli.
Landsrætturin hevur lagt dent á, at Phoenix fekk fíggjarligar trupulleikar í 2008 og tí steðgaði við sínum virksemi. BankNordik keypti trolaran á tvingsilssølu í endanum av 2008, og Bankin ætlaði at selja trolaran og harvið ikki at reka fiskivirksemi víðari.
P/F Thor keypti Phoenix frá BankNordik síðst í 2009 og søkti Fiskimálaráðið um royndarloyvi til stinglaks fyri 2010. Ráðið sýtti hesum við tí grundgeving, at avgjørt var at halda fram við teimum fiskiførum, sum høvdu fingið royndarloyvini í 2009.
Landsrætturin metti avgerðina vera sakliga og viðmerkti í hesum sambandi, at báðir trolarar, sum høvdu havt royndarloyvini í 2009, høvdu brúkt tey nógv.
Ein spurningur í málinum hevur verið, um Ráðið hevur hoyrt partarnar nøktandi í sambandi við viðgerðina. Landsrætturin viðmerkir, at ongin skylda var at hoyra BankNordik í sambandi við avgerðina um at minka talið av loyvum frá trimum til tvey. Og av tí, at BankNordik ikki søkti um royndarloyvi fyri 2009, var ongin orsøk at hoyra Bankan í sambandi við tillutan av teimum tveimum loyvunum fyri 2009.
Dómurin staðfestir dómin hjá Føroya Rætti frá 16. mars 2023.
Mest lisið í farnu viku
Al-Qaeda hevur yvirtikið Sýria
Andakt
Áron – Nýggj bók frá Leirkerinum
Búskaparkreppa í Europa
Býtið av bókasavnsgjaldinum verður endurskoðað
Franska stjórnin fallin
Helst hevði Terji á Lakjuni rætt
Kommunuvali í Oyndafirði og býráðssamtyktin 28 november
Lægsta treystitalið síðan 2009
Nýggja skipið hjá Framherja
Sandoyggin er ein oyggj við potentiali
Takk fyri, Jenny Christina Petersen
Virksemið hjá politinum í tølum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur