Andakt
Páll Poulsen skrivar
Og við tað sama sum Hann kom upp úr vatninum, sá hann Himmalin opnast*) og Andan sum dúvu dala niður yvir Hann. Mark.1.10
Tá skrædnaði forhangið í templinum í tvey, frá í erva líka niður ígjøgnum. Mark.15.38
*) Bókstaviliga á frummálinum “skræddur sundur”
Markusar Evangelium byrjar við einum”skrøddum” himli og endar við einum skrøddum forhangi: Tað var Gud, sum spenti út himmalin “sum tjald”, Sálm,104.2 og sum “breiðir út himmalin sum tunt teppi og spennir hann út eins og tjald at búgva í.” Es.40.22. Tað var Gud, ið gav boðini at gera forhangið í tabernaklinum, 2.Mós.26.31. Nú skræðir hond Guds bæði! Tá menniskju skræða, merkir tað vanliga, at okkurt gerst ófullkomið, men hesar guddómligur “skræðingarnar” eru knýttar at nøkrum fullkomnum – tí fullkomna tænara Harrans – í lívi og deyða.
.Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Í ævir, Gud, við tær –
amen, so veri tað!
Í hesum orði sál mín lív
av deyða hevur sæð.
Míns likams fongsil nú
meg steingir honum frá;
tó nærkist eg hvønn stuttan dag
tí stund, eg hann skal sjá.
2. Míns Faðirs heim – hvør nær
títt gylta portur er,
tá trúareygað ber meg upp
um sorg og myrkur her!
Av tráan suffar tá
hin tysti andi mín
at kunna flúgva hagar upp,
Jerúsalem, til tín!
3. Í ævir, Gud, við tær!
Lat, Harri, longu nú
í støvinum meg kenna tað,
at alt – mítt alt – ert tú!
Halt tú í mína hond,
tá ei eg falla kann!
Tí tá tú stríddi fyri meg,
tá stóð eg, og eg vann.
4. Tá forhangið ein dag
lyft verður eyga frá,
meg deyðin loysir deyða frá
og letur lív meg ná;
tá skal eg skoða teg,
sum her mær kærur var,
og syngja við títt hásæti:
Í ævir, Gud, við tær!
*James Montgomery (Skotl.), 1771–1854.
{Lag 1: Isaac B. Woodbury Amer.), 1819–1858}.
{Lag 2: Charles J. Vincent (Ongl.), 1852–1934}.
(V. Danielsen týddi).
Nr. 1370 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku
Al-Qaeda hevur yvirtikið Sýria
Andakt
Áron – Nýggj bók frá Leirkerinum
Búskaparkreppa í Europa
Býtið av bókasavnsgjaldinum verður endurskoðað
Franska stjórnin fallin
Helst hevði Terji á Lakjuni rætt
Kommunuvali í Oyndafirði og býráðssamtyktin 28 november
Lægsta treystitalið síðan 2009
Nýggja skipið hjá Framherja
Sandoyggin er ein oyggj við potentiali
Takk fyri, Jenny Christina Petersen
Virksemið hjá politinum í tølum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur