Loynifundur á Strondum
Kommunustýri hevur skipa seg á lukkaðum fundi. Ein býráðslimur fekk ongan nevndarsess, tí at 6 býráðslimir skipaðu seg í valbólk og fingu sostatt allar nevndarsessirnar
Góðu borgarar í Sjóvar kommunu,
Tað, at eg havi gjørt vart við, at tað at skipa kommunustýrið á lukkaðum fundi, uttan at borgarin kennir stað, skrá ella tíðspunkt er ólógligt, og hevur í dag kostað mær alla politiska ávirkan komandi fýra árini í Sjóvar kommunu.
Listi B saman við tveimum kvinnum á lista A hava valt at skipa seg í valbólk og sostatt halda meg uttanfyri. Tí havi eg ongar nevndarsessir fingið í kvøld. Hetta er forkláringin uppá, at mítt navn ikki er at síggja á almennu fráboðanini frá Sjóvar kommunu.
Í dag 23. november kl. 17.00 var fundur fyri afturlatnum hurðum á kommunuskrivstovuni á Strondum. Á skrá var val av borgarstjóra og skipan av nevndum.
Eg havi fleiri ferðir heitt á fyrstvalda á lista B (Hans Anders Jacobsen) um at skipa fyrsta fund sambært kommustýrislógini. Hann hevur valt at halda fast við at halda fyrsta fund fyri afturlatnum hurðum og harvið ikki hildið seg til greiðu ásetingina um, at kommunustýrisfundir eru almennir og skulu lýsast, við skrá, við hóskandi freist (sí §12 og §26). Hann hevur valt loynifund ístaðin fyri opinleika og gjøgnumskygni.
Tað er grundleggjandi fyri opinleika og fólkaræði, at borgarar hava møguleika at vera til staðar, tá ið nývalda kommunstýrið verður skipað.
Tá eg valdi at stilla upp til kommunustýrið var eitt av mínum hjartamálum, at borgarin skal fáa innlit og gjøgnumskygni í tær avgerðir, sum kommunan tekur. Eittnú við at stroyma fundir og flyta kommunustýrisfundir niðan í Bygdahúsið.
Vit vóru øll sjey spent at fara til verka og skipa okkum sum nýtt kommunustýri. Eg havi ynskt gott samstarv við øll. Ein breið semja um nevndarbýti bleiv undirskrivað eftir fund á kommunuskrivstovuni 13. november. Sambært hesi semju fekk eg tríggjar nevndarsessir.
Eg komi altíð at standa upp fyri fólkaræði og gjøgnumskygni og at borgarin hevur atgongd og møguleika at fylgja við politiska arbeiðinum í Sjóvar kommunu.
Noomi K. Rasmussen
Strendur, 23. november 2024
Mest lisið í farnu viku
Al-Qaeda hevur yvirtikið Sýria
Andakt
Áron – Nýggj bók frá Leirkerinum
Búskaparkreppa í Europa
Býtið av bókasavnsgjaldinum verður endurskoðað
Franska stjórnin fallin
Helst hevði Terji á Lakjuni rætt
Kommunuvali í Oyndafirði og býráðssamtyktin 28 november
Lægsta treystitalið síðan 2009
Nýggja skipið hjá Framherja
Sandoyggin er ein oyggj við potentiali
Takk fyri, Jenny Christina Petersen
Virksemið hjá politinum í tølum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur