Russar fyrireika álop
USA hevur skotið fleiri ATTCMS rakettir inn í Russland seinastu dagarnar. Alment er tað Ukraina, men alt verður stýrt úr USA
Í Ukraina eskalerar kríggi. Vestandlond hava givið Ukraina loyvi at brúka rakettir, sum røkka 300 kilometrar til at skjóta inn í Russland. Av tí at hesar Ukrainar ikki sleppa og ei heldur hava fólk og útgerð at skjóta sjálvir, so eru tað vestanlond, sum velja tað skjótast skal eftir og programera rakettirnar soleiðis at tær raka tað skotið verður eftir.
Vladimir Putin hevur sagt, at teir tilskila sær rætt at skjóta rakettir eftir vestanlondum, tí teir meta álop við ATTCMS at verða álop framt av USA. Og Storm Shadow av Bretlandi.
Russiska verjumálaráðið hevur í dag boða frá, at Russland fyrireikar mótálop. Onki verður sagt, um tað er á Ukraina ella okkurt vestanland.
Tað kann roknast við at Russland svarar aftur um heilt fáar dagar. Russar brúka eina nýggja rakett, sum teir fyri fyrstu ferð brúktu seinasta hósdag. Hendan rakett kann ikki skjótast niður. Hon hevur 6 sprongiløðingar og hon hann brúkast til kjarnorkuvápn.
Vestanfyri eru fólk ójavn á máli um hví alt er sum tað er í løtuni. Tað er ongin sum veit, hví Joe Biden, 2 mánar áðrenn hann gevst gevur hetta loyvi. Onkur meinar, at ráðgevarnir stýra mest og presidenturin bara partvís.
Mest lisið í farnu viku
Al-Qaeda hevur yvirtikið Sýria
Andakt
Áron – Nýggj bók frá Leirkerinum
Búskaparkreppa í Europa
Býtið av bókasavnsgjaldinum verður endurskoðað
Franska stjórnin fallin
Helst hevði Terji á Lakjuni rætt
Kommunuvali í Oyndafirði og býráðssamtyktin 28 november
Lægsta treystitalið síðan 2009
Nýggja skipið hjá Framherja
Sandoyggin er ein oyggj við potentiali
Takk fyri, Jenny Christina Petersen
Virksemið hjá politinum í tølum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur