TIME kosið Bakkafrost at vera millum heimsins bestu
Bakkafrost er komin á lista millum heimsins bestu fyritøkur, tá talan er um burðardyggan vøkstur
Altjóða miðilin, TIME, hevur í gjár kosið Bakkafrost at vera millum heimsins bestu fyritøkur, tá talan er um burðardyggan vøkstur. TIME og hagtalsfyritøkan Statista hava valt 500 fyritøkur kring heimin, sum hava víst framúrskarandi avrik innan burðardygd, samstundis sum tær hava varðveitt eina sterka fíggjarliga støðu.
- Henda viðurkenningin vísir, at vit eru á røttu kós, hóast vit framvegis arbeiða miðvíst eftir at gera framstig hvønn dag. Tað snýr seg júst um burðardyggan vøkstur, og tí eru vit ógvuliga fegin um viðurkenningina, sigur Tordis Poulsen, samtaksleiðari fyri burðardygd í Bakkafrost.
Metingin hjá TIME og Statista er grundað á inntøkuvøkstur, fíggjarligt støðufesti og umhvørvisliga ávirkan hjá fyritøkum kring allan heim.
Einans fyritøkur, ið kunnu vísa á gjøgnumskygd tøl úr eitt nú burðardygdsfrágreiðingum, vóru við í metingini. Umhvørvislig ávirkan fevnir í hesum førinum um CO2 útlát (vav 1, 2 og 3), orku- og vatnnýtsla umframt handfaring av burturkasti.
Bakkafrost hevur sett sum mál at minka um beinleiðis útlátið hjá fyritøkuni við 50% áðrenn 2030. Umframt hetta skal óbeinleiðis ávirkanin minkast við 52% pr. tons av framleiddum vørum í sama tíðarskeiði.
Harumframt hevur Bakkafrost sett 355 milliónir krónur av til at fremja neyðuga orkuskiftið í árunum 2024 til 2028.
Les meira her
Mest lisið í farnu viku
Al-Qaeda hevur yvirtikið Sýria
Andakt
Áron – Nýggj bók frá Leirkerinum
Búskaparkreppa í Europa
Býtið av bókasavnsgjaldinum verður endurskoðað
Franska stjórnin fallin
Helst hevði Terji á Lakjuni rætt
Kommunuvali í Oyndafirði og býráðssamtyktin 28 november
Lægsta treystitalið síðan 2009
Nýggja skipið hjá Framherja
Sandoyggin er ein oyggj við potentiali
Takk fyri, Jenny Christina Petersen
Virksemið hjá politinum í tølum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur