Klingra konsertrøð í Føroyum
Í vikuskiftinum spælir Klingra í OY, Tøting og Listastovuni.
Ynskir tú at hoyra Klingra er hetta høvið. Tað er nevniliga ikki á hvørjum degi at Klingra spælir í Føroyum. Í vikuskiftinum spælir Klingra í OY, Tøting og Listastovuni.
Limirnir í bólkinum eru úr Føroyum, Danmark, Finnlandi, Lettlandi og Noregi. Øll eru eru yrkistónlistafólk og tónleikarar við nógvum royndum frá bólkum sum Jack White, Savage Rose, Eivør, Afenginn og Teitur.
Sprottin úr botni har alt óviðkomandi er lúka burtur, skapa hesir tónleika-úrmælingar eitt egið rúm, har tey við nærlagni rannsaka hvønn krók. Tónleikurin og føroysku tekstirnir bjóða lurtarinum inn í eina estetiska verð, har tú hevur tíð at drukna.
Konsertirnar í Føroyum eru í samband við at bókin “…Dropar - frásøgur úr Føroyingahavnini” kemur út.
Hendan bók er nevniliga eitt úrslit av tí granskingar arbeiði, sum varð gjørt tá bólkurin skapti tónleikin til frumútgavuna “…eftir”.
“…eftir”, sum vann ein FMA sum besta útgáva í 2023 í opnum bólki, er grundað á forteljingar um Føroyingahavnina í Grønlandi. Um hvussu føroyskir sjómenn fóru heimanífrá, tvørturum Norðuratlantshavið til hesa fjarskotnu fiskivinnuhavn.
Mest lisið í farnu viku
Al-Qaeda hevur yvirtikið Sýria
Andakt
Áron – Nýggj bók frá Leirkerinum
Búskaparkreppa í Europa
Býtið av bókasavnsgjaldinum verður endurskoðað
Franska stjórnin fallin
Helst hevði Terji á Lakjuni rætt
Kommunuvali í Oyndafirði og býráðssamtyktin 28 november
Lægsta treystitalið síðan 2009
Nýggja skipið hjá Framherja
Sandoyggin er ein oyggj við potentiali
Takk fyri, Jenny Christina Petersen
Virksemið hjá politinum í tølum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur