ICES tilmælir veiðu á 2.848 tons av toski
ICES tilmæli fyri toskaveiðu kom í morgun. Tilmæli er at vit kunnu veiða 2.848 tons í 2025, meðan tað fyri 2023 og 2024 var veiðubann
Vanliga verða fiskidagar settir út frá tilmælinum hjá ICES. Vit hava veitt væl meira enn tilmæli í 2024. Næstu 1-2 vikurnar fara umboð fyri Havstovuna, Fiskimálaráðið og ymisku skipabólkarnar at hava fund um fiskidagar fyri komandi ár. Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum avgerð endaliga talið av fiskidøgum.
Sitandi landsstýrismaður tykist lurta eftir Havfrøðini. Tí kann roknast við at dagatalið lækkar komandi ár. Tøl frá 5-25% hava verið at hoyrt.
Við verðandi veiðu, má roknast við at útrokna minking sambært havfrøðini er 50% vísandi til MSY. Men ymisk onnur atlit eru vanlig. Tilmæli sigur eisini at sama veiða sum í ár viðførur at gýtingarstovnurin stendur í stað og tí ikki minkar. Roknast kann tí við at mest sannlíkt verður minkingin í fiskidøgum 5-25%.
Men endaliga avgerðin er sjálvandi politisk.
Mest lisið í farnu viku
Al-Qaeda hevur yvirtikið Sýria
Andakt
Áron – Nýggj bók frá Leirkerinum
Búskaparkreppa í Europa
Býtið av bókasavnsgjaldinum verður endurskoðað
Franska stjórnin fallin
Helst hevði Terji á Lakjuni rætt
Kommunuvali í Oyndafirði og býráðssamtyktin 28 november
Lægsta treystitalið síðan 2009
Nýggja skipið hjá Framherja
Sandoyggin er ein oyggj við potentiali
Takk fyri, Jenny Christina Petersen
Virksemið hjá politinum í tølum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur