Áron – Nýggj bók frá Leirkerinum
Hetta er tann fyrsta av fimm skaldsøgum um bíbilskar trúarhetjur, sum tæntu í skugganum av øðrum
Forlagið Leirkerið hevur júst givið út bókina „Áron”. Hetta er tann fyrsta av fimm skaldsøgum um bíbilskar trúarhetjur, sum tæntu í skugganum av øðrum. Tær fimm bøkurnar eru um: ÁRON, KALEB, JÓNATAN, AMOS og SILAS.
Hesir fimm menninir svaraðu kalli Guds og tæntu trúfastir uttan at verða viðurkendir ella gerast navnframir. Teir góvu alt tað, teir høvdu, og teimum var greitt, at lønina fingu teir helst ikki fyrr enn í tí æviga lívinum. Í ævisøgu teirra er ein avbjóðing til okkara, sum vit ongantíð skulu gloyma.
Móses kloyvdi Reyðahav, men í skugga hansara stóð ein maður, sum altíð fer at ímynda stóra høvuðsprest okkara. ÁRON.
Amerikanski rithøvundurin, Francine Rivers, hevur skrivað bókina. Hon hevur skrivað nógvar skaldsøgur – bæði bíbilskar og aðrar, m.a. um tær fimm kvinnurnar í ættartali Jesusar: Tamar, Rahab, Rutt, Batsebu og Mariu.
Páll á Lakjuni hevur týtt bókina til føroyskt. Hon fæst til keyps í bókahandlunum kring landið og á nethandlinum www.leirkerid.fo
Mest lisið í farnu viku
679 lúsakanningarferðir í 2024
Andakt
Bilasølan hálvera síðan 2019
Elmarknaðurin skal seta ferð á grøna orkuskiftið
Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at skerja veiðidagar eftir sjófugli
Landsstýrið hevur tikið eitt lán á 350 mió.
Meiriluti av grønlendarum ynskir at blíva partur av USA
Methøgir sethúsaprísir í 2024 og gongdin heldur helst fram
Nýggi Høgaberg verður latin Framherja í næstum
Nýggj nevnd í Mentanargrunninum
Nærkast nú teimum 6.000 harunum
Rætta sjálvstýriskósin sett
Rættleiðing til “Brotsvarpið”
Soleiðis leggja tey klæðir saman
Torbjørn Jacobsen manipulerar Føroya fólk
Útflutningurin av lýsi og fiskamjøli minkaður 908 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur