Kommunuvali í Oyndafirði og býráðssamtyktin 28 november
Býráðsvalið í Runavíkar kommunu verður framvegis kannað. Av tí at málið er álvarsligt hevur tað breiðan áhuga og leysatíðindini eru øgilga nógv.
28 november viðgjørdi Runavíkar kommuna kæru um møguligt valsvik í Oyndafirði í samband við kommunuvalið 12 november 2024.
Eitt óvanligt mál. Men uppaftur meira undarligt mál.
Kæra kom frá Jonhard Danielsen til Runavíkar kommunu. Tað er sera stutt freist at kæra og at svara, so tað skal ganga skjótt. Men tað skal eisini avgreiðast rætt. Og tað er trupult at síggja at hetta er avgreitt rætt.
Í samband við kommunuval er eitt valstýrið í Oyndafirði, sum avgreiðir valið á staðnum. Síðan er ein valnevnd fyri alla Runavíkar kommunu, sum telur saman úrslitið valkvøldið og skipar fínteljingina aftaná.
Tilfar til hesa grein kann lesast á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu: https://runavik.fo/news/3358/runavikar-byrad-stadfestir-nidurstoduna-hja-valnevndini
Tað kært verður um er, at 3 veljarar í Oyndafirði siga seg hava skriva ein kross á valseðilin, meðan fínteljingin vísti at ein valseðil hevði tveir krossar, ein fyri Jonhard Danielsen og ein fyri listanum. Umframt vita vit, at formaðurin í Valstýrinum í Oyndafirði sigur í KVF, at hann hevur sæð ein ivasaman seðil í Oyndafirði. Hini bæði í Valstýrinum hava ikki sæð hendan valseðilin. Ein annar persónur koyrdi valseðlarnar út til Runavíkar. Valseðlarnir lógi í einum posa heima hjá formanninum í Valstýrinum í Oyndafirði. Sostatt er staðfest, at er nakað hent, so er tað hent í Oyndafirði og ikki í fínteljingini í Runavík, dagin eftir.
Skjølini hjá Runavíkar kommunu vísa, at mangt er undarligt.
Vit síggja, at tað einasta Runavíkar kommuna hevur gjørt við málið er at biðja um eitt ummæli frá Valnevndini fyri Runavíkar kommunu.
Men onki ummæli er frá Valstýrinum í Oyndafirði og ei heldur hevur kommunan biðið um hetta. Hetta, hóast alt málið snýr seg um hvat er hent í Oyndafirði og ikki í samband við fínteljingina í Runavík.
Næsta undarliga vit leggja merki til er at Kaja Joensen býráðslimir sigur seg verða ógegniga, tí beiggi hennara er í Valnevndini fyri Runavíkar kommunu, sum hevur gjørt ummæli til kommununa. Hetta er umvent. Tað er Kaja sum hevur áhuga í úrslitinum, tí hon var uppstilla og hevði 1 atkvøðu færri enn Jonhard Danielsen og Jóhan Vest. Er talan um ógegni, so er tað beiggi Kaju Joensen, sum er ógegnigur og ikki Kaja.
Síðan leggja vit merki til, at Valnevndin hevur tosa við formannin í Valstýrinum í Oyndafirði. Av tí at formaðurin í Valstýrinum, sum málið liggur í dag, er tann einasti sum antin sjálvur, ella saman við øðrum kann hava framt valsvik, so gevur tað onga meining at tosa við hann, uttan eisini at tosa við øll hini í Valstýrinum í Oyndafirði.
Í ummælinum lesa vit: Valnevndin bleiv ikki valkvøldið kunnað um, at nakrar ivasamar atkvøður vóru. Hetta er samsvarandi vanliga mannagongd í sambandi við kommunuvalið, tí tað er finteljingin, sum kannar og gildar ella ógildar ivasamar atkvøðuseðlar.
Hetta er ikki rætt. Til kommunuvalið í runavík vóru skrásettar 12 ógyldugar og 3 blankar atkvøður. Fínteljingin broytti hetta til 16 ógyldugar og 3 blankar. Somuleiðis vísur yvirlitið, at á einum valstað vóru tvær ógyldugar valkvøldið og bara 1 aftaná fínteljingina. Atkvøðan í Oyndafirði hevði 2 krossar og var onki at ivast í at hon var ógyldug og átti at verða tikin frá valkvøldið. 4 av 7 valstøðum høvdu ógyldugar atkvøður valkvøldið og aftaná fínteljingina var Oyndafjørður fimta valstaðið við ógyldugum atkvøðum.
Kommunala valnevndin vísur á, at Løgreglan er í málinum.
Móti endanum av tilmælinum sigur Valnevndin fyri Runavíkar kommunu: Kommunala valnevndin kann ikki viðgera kæruna um møguligt valsvik.
Og hetta tilmælið lósu borgarstjórin, fíggjarnevndin og kommunustjórin sum at tilmælið hjá Valnevndini skuldi staðfestast og at tað merkti, at valúrslitið skuldi staðfestast og kæran ikki gangast á møti.
Og tað samtykti býráðið 28 November.
Í næsta ummæli viðgerð R7 inhabilitet hjá býráðnum í hesum máli
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Broytingar í sjófeingislógini
Føroyar yvirtaka siglingarfráboðanir
Kommunuval ógilda og umval
Løgmálaráðið eftirkannað 158 uppskot
Pensjónsuppsparing
Stórur fiskur etur lítlan fisk (dronovideo)
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur