Virksemið hjá politinum í tølum
Hagtøl hjá Føroya Politi eru lættari at lesa nú enn áður. T.d. sæst at fráboðanir pr. 1000 íbúgvar eru 14 í Føroyum, 48 í Danmark og 80 í Grønlandi
Føroya Politi savnar árliga eina røð av hagtølum, sum verða løgd út á okkara heimasíðu. Leisturin í ár hevur verið øðrvísi, og árshagtølini hava fingið nýtt snið og innihald.
Hagtølini geva lesaranum innlit í gongdina av ymiskum sløgum av brotsverkum í Føroyum, m.a. stuldur, innbrot, harðskapur, kynslig brotsverk, rúsevni, ungdómsbrotsverk og ferðslubrot. Tølini vísa eisini, at ein týðandi partur av dagliga arbeiðinum hjá politinum ikki er beinleiðis knýttur at umsiting av lógum, men at taka sær av sjúkum/hjálparleysum borgarum í okkara samfelag.
Viðmerkjast skal, at tølini í høvuðsheitum eru grundað á talið av fráboðanum, sum politiið hevur móttikið. Tískil vísa hagtølini ikki, hvussu stórur partur av hesum fráboðanum hava elvt til skuldsetingar ella ákærur. Hóast hetta meta vit, at árshagtølini fyri 2023 geva lesaranum eitt virðismikið innlit í brotsverk, ið vera framd í Føroyum.
Hagtølini kunnu lesast her
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Broytingar í sjófeingislógini
Føroyar yvirtaka siglingarfráboðanir
Kommunuval ógilda og umval
Løgmálaráðið eftirkannað 158 uppskot
Pensjónsuppsparing
Stórur fiskur etur lítlan fisk (dronovideo)
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur