Býtið av bókasavnsgjaldinum verður endurskoðað
Tørvur er á, at vit fylgja við og endurskoða lógarverk og játtanina til bókasavnsgjaldið við jøvnum millumbili”, sigur Sirið Stenberg,
”Talið av útgávum av føroyskum bókum er vaksið, bæði útgávur á upprunamáli og týðingar til føroyskt. Eisini eru føroyskar ljóðbøkur nú til taks á bókasøvnunum. Tað er at fegnast um. Samstundis er bókasavnsøkið fyri stórum broytingum, ikki minst tøkniliga, og tørvur er tí á, at vit fylgja við og endurskoða lógarverk og játtanina til bókasavnsgjaldið við jøvnum millumbili”, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.
Í lesarabrævi í miðlunum 5. desember 2024 ger Helle Thede Johansen viðmerkingar til uppskot til broyting í løgtingslóg um bókasøvn, har skotið verður upp, at eisini upplesarar skulu fáa lut í bókasavnsgjaldinum, ið er gjald til føroyskar rithøvundar, týðarar og myndlistafólk hvørs prentaðu og talgildu bøkur og annað tilfar er til taks á bókasøvnum ella umvegis heimasíður teirra.
Sambært lógaruppskotið verður móttakaraskarin víðkaður til eisini at fevna um upplesarar. Eisini verða tónaskøld og fotografar nevndir í lógaruppskotinum. Tónaskøld og fotografar hava tó áður fingið bókasavnsgjald, so her er talan um eina presisering av, at hesi eisini hava rætt til bókasavnsgjald fyri bókaverk.
Bókasavnsgjaldið varð í 2024 hækkað við kr. 250.000, úr kr. 1.543.000 upp í kr. 1.793.000. Hækkingin var ætlað til bókasavnsgjald fyri ljóðbøkur, e-bøkur og annað tilfar. Lógarheimild hevur ikki verið fyri at lata upplesarum bókasavnsgjald í 2024, so í ár var upphæddin býtt millum høvundar, týðarar og myndlistafólk, harundir eisini tónaskøld og fotografar. Bókasavnsgjaldið fyri 2024 varð útgoldið fyrst í desember.
Í sambandi við, at skotið verður upp at dagføra bókasavnslógina, verður eisini arbeitt við at dagføra kunngerð um býtið av bókasavnsgjaldinum. Fyrst í november 2024 var fundur við Rithøvundafelagið, har møguligar tillagingar í kunngerð um býtið av bókasavnsgjaldinum vórðu umrøddar. Eitt nú kann talan verða um at telja síður í staðin fyri bøkur og at raðfesta fagurfrøðiligar bókmentir á upprunamáli hægri enn aðrar bókmentir.
Nýggja bókasavnslógini var eitt stórt frambrot, eitt nú tí hon skapti lógarkarmar fyri, at føroyskar ljóðbøkur, ið Ljóðbókatænastan á Landsbókasavninum hevði framleitt til blind og sjónveik seinastu mongu árini, nærum 500 í tali, kundu verða seldar til rættindahavarar við útgávu til almenningin fyri eyga. Ætlanin er at upplesarar av ljóðbókum skulu fáa lut í bókasavnsgjaldinum, tí upplestur av ljóðbókum verður fatað sum ein framburður, ið er eitt verk í sjálvum sær. Eisini í øðrum londum fáa upplesarar bóksavnsgjald. Neyðugt er tó við lógarbroyting, ið heimilar hesum.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Broytingar í sjófeingislógini
Føroyar yvirtaka siglingarfráboðanir
Kommunuval ógilda og umval
Løgmálaráðið eftirkannað 158 uppskot
Pensjónsuppsparing
Stórur fiskur etur lítlan fisk (dronovideo)
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur