Al-Qaeda hevur yvirtikið Sýria
Presidenturin ella einaræðisharrin í Sýria, Bashar al-Assad er flýddur av landinum og ein bólkur, sum fyrr var roknaður sum Al-Qaeda hevur tikið valdi í Sýria
Støðan í Sýria er sera fløkt í løtuni. Eftir uppreistur i eina viku er Bashar al-Assad, rýmdur av landinum. Ongin veit hvar hann er farin.
Uppreistrardeildin, sum hevur gingi fremst og nógv skjótast verður nevnd við trimum bókstavum. Teir hava skift navn fleiri ferðir. Men teir koma upprunaliga úr Al-Quaeda. Hayat Tahrir al-Sham verður í vanligari talu stytt til HTS.
Tað er greitt at teir ynskja Kalifat. Men seinastu dagarnar hava teir tosa nógv og ofta við miðlar og tað teir tá hava sagt er langt frá tí vit áður hava hoyrt.
Uppreisturin í Sýria er skipaður. Tað verður rokna við at HTS, hevur fingið vápn úr USA og Ukraina. Sýria stuðlar einum øðrum bólki í Sýria, sum eisini var við í uppreistrinum. Og USA stuðlar einum triðja bólki.
Tað er truplt at siga, hvat vit kunnu vænta. Men 2/3 av sýriska fólkinum var Sunny muslimar og 1/3 Shia muslimar. Assad hoyrdi til eina grein av Shia muslimum.
Sostatt verður talan um meirilutastýri í Sýria. Og tað er rættuliga vist, at tað verður rættuliga religiøst stýri. Um HTS ikki tekur alt valdi í Sýria, so verður tað deilt saman við Turkiskt stuðlaðum deildum. Hesar eru rættuliga religiøsar.
Til nú hevur tað ikki verið soleiðis í Sýria til nú.
Sýria verður helst meira fíggindaligt móti Ísrael enn higartil. Tann sum hevur tosa mest móti Ísrael er Turkiski presidenturin Erdogan.
Leiðarin av HTS tykist duga væl politik og tí er støðan í løtuni sera fløkt og øll onnur lond sita og bíða. Tað er somuleiðis greitt, at støðan ikki er akkurát sum USA og Turkaland ætlaðu at hon skuldi verða.
Leiðarin í HTS, Abu Mohammad al-Jolani verður ivaleyst presidentur í Sýria. Hann er annars á terror listanum hjá USA og teir bjóða 10 mió. USD fyri at fanga ella drepa hann.
Mest lisið í farnu viku
679 lúsakanningarferðir í 2024
Andakt
Bilasølan hálvera síðan 2019
Elmarknaðurin skal seta ferð á grøna orkuskiftið
Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at skerja veiðidagar eftir sjófugli
Landsstýrið hevur tikið eitt lán á 350 mió.
Meiriluti av grønlendarum ynskir at blíva partur av USA
Methøgir sethúsaprísir í 2024 og gongdin heldur helst fram
Nýggi Høgaberg verður latin Framherja í næstum
Nýggj nevnd í Mentanargrunninum
Nærkast nú teimum 6.000 harunum
Rætta sjálvstýriskósin sett
Rættleiðing til “Brotsvarpið”
Soleiðis leggja tey klæðir saman
Torbjørn Jacobsen manipulerar Føroya fólk
Útflutningurin av lýsi og fiskamjøli minkaður 908 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur