Helst hevði Terji á Lakjuni rætt
R7 hugdi eftir tølunum hjá Hagstovuni. Tey benda á, at tølini hjá Studna, sum Terji á Lakjuni vísti á eru rættiliga góð. Síðan 1995 er enntá talan um tilflyting.
Tøl kunnu greinast uppá nógvar ymiskar Hesi tøl eru fyri øll, sum búgva í Føroyum. Hagstovan hevur lætt atgongilig tøl aftur til 1985.
Vit settu tvær talvur upp. Ein er árlig nettoflyting fyri kvinnur og menn. Hin er akkumulera nettoflyting fyri menn og kvinnur síðan 1985.
Tølini vísa greiða gongd. Og gongdin tykist fylgja konjukturunum. Vit síggja at fram til 1988 gekk framá. Síðan gekk eftir hæli og vendi gongdin í 1996.
Góða gongdin helt sær fram til 2004. Tá var aftur netto fráflyting líka fram til 2014, tá tað aftur var netto tilflyting. Hendan gongd hevur so hildi sær til í dag.
Um vit hyggja eftir muni millum kvinnur og menn, so var munur á nettoflytingin millum kvinnur og menn at 5 fleiri kvinnur fluttu frá 1985-1996. Frá 1985-2023 er netto flytingin at 1087 fleiri kvinnur eru fluttar av landinum.
Tilsamans eru netto í hesum tíðarskeiði fluttar 2003 kvinnur og 916 menn av landinum. Í alt 2.919
Samlaða talið av fráfluttum 1985-1995 var 3.358 menn og 3.335 kvinnur ella í alt 6.693 fólk.
Tað merkir samstundis at tíðarskeiðið 1995-2023 er talan um netto tilflyting á (6693-2919) 3.774 fólk.
Viðmerkjast skal, at útlendingar eru ikki við í hesum yvirliti. Í tali eru teir helst umleið eins nógvir og tilflytingin síðan 1995.
Orsøk er at halda, at til og fráflyting er vegna arbeiðsmøguleikar. Flytingin samsvarar rímuliga væl við konjukturarnar í samfelagnum.
Tølini samsvara eisini væl við tølini hjá Studna.
Eitt starv er ikki nóg mikið. Tað skal verða rætta starvið til persónin, sum avgerð um hann flytir til ella úr Føroyum.
Tað er ivaleyst ein orsøk til at nógvir útlendingar búgva í Føroyum, samstundis sum fólk tosa um at flyta av landinum.
Vit hava hagtøl, sum vísa hvar útlendignar arbeiða. Vit hava hagtøl, sum vísa, hvørjar vinnur ganga val tey ár, tilflyting er. Og vit hava hagtøl, sum geva ábending um, hví 60% av muninum í tilflyting av kvinnum er frá 2018-2023.
Aðrar umstøður ávirka hvørjir persónar flyta, men ikki hvussu nógvir.
Hendan talvan vísur árliga nettoflyting.
Hetta er samantald ella akkumulera nettoflyting 1985-2023. Grøna linjan vísur mun millum kvinnur og menn.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Broytingar í sjófeingislógini
Føroyar yvirtaka siglingarfráboðanir
Kommunuval ógilda og umval
Løgmálaráðið eftirkannað 158 uppskot
Pensjónsuppsparing
Stórur fiskur etur lítlan fisk (dronovideo)
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur