Laksastuldur
Árini 2021-23 vóru skrásett 168 rán. Tað er mafian sum skipar fyri og tað er væl lagt til rættis
Í Chile verður nógvur laksur framleiddur. Seinasta ár framleiddu teir umleið 800.000 tons av laksi.
Í Chile er vanligt at tjóvar stjala laks. Tað er skipaður stuldur, tí laksurin má sjálvandi seljast, fyri at gera hann um til pengar.
Frá 2021-2023 vóru skrásett 168 rán. Onkur meting er at í virði er talan um 500 mió. árliga. Onnur meting tosar um 1000 tons, men tað verður ikki 500 mió. Støðan var so mikið álvarsom at politiska skipanin broytti lógir fyri at minka um stuldurin.
Eitt dømi um stuldur var at 10 vápnaðir menn fóru inn á eitt virki og stjólu 4 lastbilar við laksi og koyrdu avstað. Tað sæst partvís í video niðanfyri. Onnur dømir eru um at vørubilar og trailarar verða steðgaðir á vegnum og stolnir.
20% av tí sum verður stolið í Chile er matvørur og 60% av stuldrinum er at vørubilar verða steðgaðir á vegnum og stolnir.
Her sæst 10 minuttir reportaga um evni og onkrar videomyndir av ráni.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











