Halda áfram at fyrireika universitetssjúkrahús
Játtanin til at fyrirreika universitetsjúkrahús er hækkað við 1 mió. Arbeitt verður eftir tilmælum,
Játtanin til universitetssjúkrahúsið er hækkað við 1 mió. kr. í 2025, og arbeiðið við at skipa universitetssjúkrahúsið í Føroyum heldur fram.
Seinasta árið hevur verið arbeitt við at fyrireika Sjúkrahúsverkið til at gerast universitetssjúkrahús. Heilsugranskingareindin er styrkt, rakstraruppgávurnar hjá universitetssjúkrahúsinum eru savnaðar í eina eind, og formligar semjur og avtalur eru gjørdar millum avvarðandi myndugleikar og stovnar.
Virksemi í 2025
Arbeiðið við universitetssjúkrahúsinum tekur støði í álitinum um Universitetssjúkrahús frá 2023.
Arbeitt verður í løtuni við at leggja eitt lógaruppskot fyri Løgtingið. Lógaruppskotið um universitetssjúkrahús er í løtuni til ummælis hjá avvarðandi pørtum, og verður eftir ætlan lagt fyri Løgtingið í februar 2025 (tilmæli 3 í álitinum).
Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetur Føroya arbeiða við at orða eina strategi fyri framtíðar heilsugransking (tilmæli 7 í álitinum). Ætlanin verður væntandi liðug á heysti 2025. Ein avtala er undirskrivað millum Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetrið um hetta samstarvið (tilmæli 15 í álitinum).
Harumframt arbeiðir Fróðskaparsetur Føroya við at fyrireika APN-útbúgvingina (Avanseraður Kliniskur Sjúkrarøktaarfrøðingur) og at kanna møguleika fyri at seta læknaútbúgving á stovn í Føroyum (tilmæli 10 og 11 í álitinum).
Eg eri fegin um, at arbeiðið við at tryggja universitetssjúkrahúsinum eitt gott grundarlag at byggja á, kann halda fram. Við at savna rakstraruppgávur, styrkja gransking og menna nýggjar útbúgvingar, taka vit týðandi fet ímóti einari framtíð, har heilsuverk og útbúgving ganga hond í hond til frama fyri allar føroyingar.
Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum
Við einum universitetssjúkrahúsi verður møguligt at skapa nýggjar starvs- og granskingarmøguleikar fyri heilsustarvsfólk. Hetta fer væntað at økja um áhugan hjá læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum heilsustarvsfólki at søkja starv í Sjúkrahúsverkinum.
Universitetssjúkrahús
Í álitinum um Universitetssjúkrahús frá 2023 eru millum annað mál sett um, at Sjúkrahúsverkið í 2030 skal nýta 1% av samlaða rakstrinum til heilsugransking og 1% til undirvísing og útbúgving.
Mest lisið í farnu viku
679 lúsakanningarferðir í 2024
Andakt
Bilasølan hálvera síðan 2019
Elmarknaðurin skal seta ferð á grøna orkuskiftið
Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at skerja veiðidagar eftir sjófugli
Landsstýrið hevur tikið eitt lán á 350 mió.
Meiriluti av grønlendarum ynskir at blíva partur av USA
Methøgir sethúsaprísir í 2024 og gongdin heldur helst fram
Nýggi Høgaberg verður latin Framherja í næstum
Nýggj nevnd í Mentanargrunninum
Nærkast nú teimum 6.000 harunum
Rætta sjálvstýriskósin sett
Rættleiðing til “Brotsvarpið”
Soleiðis leggja tey klæðir saman
Torbjørn Jacobsen manipulerar Føroya fólk
Útflutningurin av lýsi og fiskamjøli minkaður 908 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur