Exit Føroyar og hagtøl
Løgmaður segði í nýggjársrøðuni, at færri flyta av landinum. Tað er rætt, men somuleiðis er eisini rætt, at færri flyta aftur til Føroya. Vit hava havt netto tilflyting síðan 90ini.
KVF hevur í eina tíð, "rikið politik" er helst rættast at kalla tað, við bústaðartrupulleika og fráflyting. Tey hava brúkt sera nógva tíð og orku at umrøða hetta.
Løgmaður nevndi í Løgmansrøðuni at vit eiga at ansa eftir ikki at tosa Exit Føroyar í gongd. Hann nevndi eisini, at tølini vísa at nú flyta færri av landinum.
Tíðindini í KVF hava verið, at bara 50% av teimum sum fara uttanlanda at lesa, flyta koma aftur. Til hetta brúka teir ávís hagtøl frá Hagstovuni. Hesi hagtøl vísa ikki tað sama sum hagtølini hjá Studna. Tá fyrrverðandi stjórin í Studna loyvdi sær at seta spurnartekin og vísa á hetta, bleiv hann álopin av tíðindaleiðaranum í KVF. Onkur visti eisini at siga um aktivitet á Facebook. Tað eigur at siga okkum at vit skulu spyrja enn meira. Og í øllum hesum var ikki eitt komma um at tølini hjá Studna ikki vóru røtt. Bara tað at Hagstovan hevði tøl og tað hevði Studni ikki. Tað er ósætt, tí Studni hevur tøl. Og øll sum lesa uttanlanda hava rætt til stuðul frá Studna og tí er ei heldur orsøk at halda at tey tølini ikki eru røtt.
Hagstovan hevur eisini tøl. Og vit eiga at ganga út frá at tey tølini eru góð. Men vit eiga eisini at ganga út frá at í tølunum hjá Hagstovuni eru lærlingar, sum eru nakrar vikur upp í nakrar mánar árliga í Danmark í lestrarøðrindum, sum partur/treyt fyri útbúgvingini í Føroyum. So vítt eg veit betalur lærumeistarin ferð og uppihald.
Síðan er tað nógv umtalaða fráflytingin. Sannleikin er, at síðan kreppuna í 90unum hava vit havt netto tilflyting.
Tað fluttu sera nógv fólk av landinum í 90unum. Men síðan tá hava vit havt netto tilflyting tilsamans. Enntá rættuliga stóra. Seinastu árini eru tað tó útlendingar sum flyta til, meðan tað tykist verða netto fráflyting av føroyingum.
Kanska okkurt ljóst høvd ger hagtøl fyri størv og tímaløn hjá tilfluttu útlendingunum. Framløgan av ársfrágreiðingini hjá Sjókovanum hevði upplýsingar um hetta.
Akkumulera nettoflyting menn og kvinnur 1985-2023
Tølini vísa, at síðan kreppuna í 90unum, er ongin fráflyting. Vit hava tilflyting síðan tá. Tó var eisini fráflyting 2006-2015, svarandi til tilflytingina tey umleið 10 árini frammanundan.
Síðan 2015 hevur verið tilflyting.
Hagtøl fyri tilflyting tilflyting til Føroya
Tølini vísa, at tilflytingin til Føroya er á leið ein stór og tá hon hevur verið allar stórst. Somuleiðis vísa tølini at tey ár tilflytingin er allar stórst, 1988, 1998, 2018 og 2022, eru tað relativt mest úr øðrum londum enn Danmark.
Onnur tøl vísa, at hesi ár var arbeiði til allar hendur. Hagøl vísa, hvat starv fólk tá høvdu.
Útlendingar arbeiða í stóran mun í ávísum vinnum, har tey fáa arbeiðsmannaløn. Hesi størv eru ikki attraktiv hjá føroyingum. Og als ikki hjá teimum við útbúgving. Tað ber ikki til at stovna familju og byggja hús við hesum inntøkum.
Rættuliga nógv av teimum, sum útbúgva seg uttanlanda, útbúgva seg til alment starv. Vinnan í Føroyum hevur avmarkaðan tørv á starvsfólki við slíkum útbúgvingum.
Í løtuni tosa vit um manglandi tilflyting, hóast tilflytingin tilsamans er søguliga stór. Tó er galdandi, at tilflytingin av føroyingum er søguliga lág, hóast tilflytingin tilsamans er søguliga høg.
Mest upplagda svarið uppá manglandi tilflyting av føroyingum má verða manglandi starvsmøguleikar. Tvs. at tey ikki fáa størv sum passa til tey, ella størv, sum geva tað løn, teimum tørvar í Føroyum ella tað løn og livistøði tey kunnu fáa aðrastaðni.
Tað ljóðar ikki logiskt at fólk ikki flyta, aftaná at tey hava útbúgving, um onki starv er til tað tíð. Vit hava júst nú eitt mál um eyka skatt á teir sum sigla. Og tað er nóg mikið til at fáa trivaligan part at flyta.
Tilflytingin er tí at fleiri "ikki danskir ríkisborgarar" flyta til Føroya. Fyri danskar ríkisborgarar sær út til at fleiri flyta frá enn tað flyta til. Tað Løgmaður sigur er rætt, men tá Løgmaður indikerar at trupulleikin minkar, so er tað ikki rætt, tí at so fá flyta til, at nettoflytingin av Føroyingum er hin sama.
Tað sum verri er, er at tað sum sigst verða orsøkin tykist ikki samsvara við hagtølini. Hagtølini geva onga ábending um at Campus, nýtt Setur og lestraríbúðir eru rætta loysnin.
Er diagnosan skeiv, so fær sjúklingurin skeivan heilivág og støðan verður at standa við og versna.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Ákærdur eftir §266b
Exit Føroyar og hagtøl
Halda áfram at fyrireika universitetssjúkrahús
Spreinging umborð á Glyvursnes
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur