Spreinging umborð á Glyvursnes
Ein spreinging og eldur í maskinrúminum á skipinum Glyvursnes sum Smyril Line eigur, hevur kravt eitt mannalív. Tey avvarðandi hava fingið boð.
Hóskvøldi 2 januar var eldur og spronging fráboða umborð á RO-RO skipinum Glyvursnes, sum Smyril Line eigur.
Sløkkiliðið kom á staðið kl. 21.15 føroyska tíð. Eldurin var sløktur kl. 22.20. Aftaná er sjálvandi brandvakt á staðnum, tí vandi er altíð fyri at eldur kyknar uppaftur.
Smyril Line hevur boða frá, í tíðindaskrivi, at 1 persónur er deyður og 2 persónar eru á sjúkrahúsi. Tey avvarðandi hava fingið boð.
Løgreglan í Danmark upplýsti at annar av hesum var álvarsliga skaddur, meðan triðji persónurin bert hevði okkurt smávegis og møguliga roykeitran.
Smyril Line upplýsti at allir vóru Føroyingar.
Sambært Smyril Line, so er manningin flutt av skipinum og fær kreppuhjálp.
Eisini tey avvarðandi fáa tilboð um kreppuhjálp.
"Hetta er ein syrgiligur dagur hjá øllum okkum í Smyril Line, og okkara tankar eru hjá teimum avvarðandi," skrivar Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line, í tíðindaskrivinum.
Mest lisið í farnu viku
679 lúsakanningarferðir í 2024
Andakt
Bilasølan hálvera síðan 2019
Elmarknaðurin skal seta ferð á grøna orkuskiftið
Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at skerja veiðidagar eftir sjófugli
Landsstýrið hevur tikið eitt lán á 350 mió.
Meiriluti av grønlendarum ynskir at blíva partur av USA
Methøgir sethúsaprísir í 2024 og gongdin heldur helst fram
Nýggi Høgaberg verður latin Framherja í næstum
Nýggj nevnd í Mentanargrunninum
Nærkast nú teimum 6.000 harunum
Rætta sjálvstýriskósin sett
Rættleiðing til “Brotsvarpið”
Soleiðis leggja tey klæðir saman
Torbjørn Jacobsen manipulerar Føroya fólk
Útflutningurin av lýsi og fiskamjøli minkaður 908 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur