Andakt
Páll Poulsen skrivar
Miskunnsamur og náðigur er HARRIN, langmóðigur og ríkur í mildleika. Sálm.103.8.
Nei, sum himmalin er høgt yvir jørðini, er náði Hansara stór yvir teimum, ið óttast Hann. Sálm.103.11
Men náði HARRANS varir frá ævunum til ævirnar. Sálm. 103.17.
Tað er náði HARRANS, at tað er ikki úti við okkum, hon er ikki uppi enn. Hon er nýggj hvønn morgun, stór er trúfesti Tín. Sorg.3.22-23.
Harrans mildleiki, miskunn og náði. Hvussu nógv? Rík! Hvussu stór? Sum himmalin er høgt yvir jørðini! Hvussu leingi? Frá ævunum til ævirnar! Hon er keypt okkum ígjøgnum kross Hansara. Hvør mangan hava ikki brek okkara í farna ári fingið okkum at trekkja uppá henda mildleika, hesa miskunn og og hesa náði! Var tað ikki tí, at tey eru ríkilig, so hevði tað vissuliga verið úti við okkum. Tó – tá vit vakna í morgin og fara á føtur, so skulu vit uppdaga og sanna, at tey eisini eru nóg mikið fyri árið fyri framman!
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Stór er tín trúfesti, á, Gud, mín Faðir,
tað er ei broytandi skuggi hjá tær.
Kærleiki botnleysur, ómáld tín náði;
tú ert hin sami, sum áður tú var.
Niðurlag: Stór er tín trúfesti,
stór er tín trúfesti,
nýggj hvønn ein morgun er náðin frá tær.
Alt, ið eg njóti, frá tær er tað komið,
stór er tín trúfesti, Harri, mót mær.
2. Summarið, veturin, várið og heystið,
sólin og mánin og stjørnurnar við,
náttúran eisini prógvar hitt sama:
Gud er í trúfesti við vára lið.
3. ...
*Thomas O. Chisholm (Amer.), 1866–1960.
{Lag: William M. Runyan (Amer.), 1870–1957}.
(Líggjas á Váli týddi).
Nr.18 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku
679 lúsakanningarferðir í 2024
Andakt
Bilasølan hálvera síðan 2019
Elmarknaðurin skal seta ferð á grøna orkuskiftið
Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at skerja veiðidagar eftir sjófugli
Landsstýrið hevur tikið eitt lán á 350 mió.
Meiriluti av grønlendarum ynskir at blíva partur av USA
Methøgir sethúsaprísir í 2024 og gongdin heldur helst fram
Nýggi Høgaberg verður latin Framherja í næstum
Nýggj nevnd í Mentanargrunninum
Nærkast nú teimum 6.000 harunum
Rætta sjálvstýriskósin sett
Rættleiðing til “Brotsvarpið”
Soleiðis leggja tey klæðir saman
Torbjørn Jacobsen manipulerar Føroya fólk
Útflutningurin av lýsi og fiskamjøli minkaður 908 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur