Júst so, Løgmaður. Lata vit standa til, so tapa børnini. Og tað dyggiliga!
“Talgildi heimurin og skíggin eru størri og sterkari enn bæði vit og børn okkara. Tað kann tykjast sum eitt ógjørligt stríð. (...) Vit vaksnu mugu taka ábyrgdina. Og eitt er vist: lata vit standa til, so tapa børnini” (tvey brot úr nýggjársrøðuni hjá Løgmanni).
Eg var sera positivt yvirraskaður av hesum orðunum hjá Løgmanni, tí tey kundu tað sama verið míni egnu.
Tað er ongin ivi í mínari sál um, at vit mugu gera meira fyri at verja føroysku børnini ímóti áganginum frá
talgilda heiminum. Tey eru als ikki búgvin at møta tí, sum liggur har úti.
Løgmaður nevndi ítøkiliga, at telefonin (eg lesi snildfon) skal bannast í skúlanum, hesum taki eg undir við,
men tað eru nógv fleiri tiltøk, sum skulu setast í verk eftir mínum tykki. Tí eitt er ímeðan tey eru í skúla, men
hvussu er so í teirra frítíð, tá tey koma heim til sin sjálvs ella onnur vinfólk? Tað er blivið alt ov vanligt at
síggja børn við einari snildfon ella einum teldli í hondini. Avgerandi leikluturin hjá foreldrunum skal tí eisini
setast á breddan.
Eg vil tí heita á Løgmann, umframt at banna snildfonini í skúlanum, at eisini seta hesi tiltøk í verk:
Gera góð og greið tilmæli til foreldur um teirra børn og talgilda heimin.
Seta aldursmark á sosialar miðlar, sum floymir við alskyns óhóskandi tilfari til børn
(hetta setti Løgmaður sjálvur spurning við í sínari røðu).
Gera enn fleiri miðlaátøk til ung og vaksin um skilagóða atferð á netinum.
Seta krøv til pornografiskar og aðrar óhóskandi heimasíður um, at teirra brúkarar skulu vátta sín
aldur við samleikaprógvi, soleiðis at børn undir 18 ár ikki sleppa til hetta óhóskandi tilfarið.
(Alternativt: at brúka Samleikan, ið Talgildu Føroyar hava ment, sum eina læsta hurð til hesar
heimasíður, har bert tey, sum eru 18 ár ella eldri sleppa ígjøgnum).
Tað kunnu uttan iva leggjast enn fleiri tiltøk afturat hesum listanum. Tað sum er umráðandi, er at vit taka
avbjóðingarnar við talgilda heiminum í størsta álvara!
Eg eg velji at taka Løgmann uppá orðið. Hann fer ikki at lata standa til, so at børnini tapa.
Steffan Klein Poulsen,
Løgtingsmaður
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Ákærdur eftir §266b
Danska skaðanevndin boðsend
Exit Føroyar og hagtøl
Fiskivinnuroyndir 2025
Júst so, Løgmaður. Lata vit standa til, so tapa børnini. Og tað dyggiliga!
Maður og kona doyðu í hvør sínar vanlukku dag um dag
Spreinging umborð á Glyvursnes
Suðurstreymoyar Útróðrarfelag hevur havt aðalfund
Zuckerberg við einar bumbu
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur