Maður og kona doyðu í hvør sínar vanlukku dag um dag
Í USA, druknaði maðurin og dagin eftir tá konan fór eftir bilinum, hjá manninum, doyði hon í ferðsluvanlukku
Eitt par úr Michigan doyði í tveimum ymiskum vanlukkum millum jóla og nýggjársdag.
Scott Levitan, sum var 66 ára gamal, og Mary Lou Levitan, sum eisini var 66 ára gomul, búðu í Livonia, sum er ein forstaður í Detroit í USA.
Sambært sýslumanninum í Oakland County, vóru Scott Levitan farin á eitt vatn at fiska við 15 ára gamla abbasoninum. Teir báðir vóru farnir á ísin og boraðu hol fyri at fara á ísfiskiskap, tá ísurin gavst, og abbin datt í ísvatnið, stendur í fráboðan frá sýslumannsskrivstovuni. "Drongurin ringdi til 112 og royndi síðani at hjálpa abba sínum úr vatninum, men ísurin brast og hann datt eisini í vatnið."
Myndugleikarnir siga, at ein lokalur íbúgvi sá tilburðin og fór við kajakk at bjarga teimum.
Bjargingarmaðurin fekk drongin úr vatninum og tók síðani í eina aðra kajakk fyri at hjálpa abbanum. Grannin kundi ikki taka abban burtur, tí ísurin helt á at brotna, men hann var førur fyri at halda høvdið á abban omanfyri vatnið, til hjálp kom. At enda kom Scott Levitan á sjúkrahúsið, men støðan var vánalig og hann endaði í respirator
Dagin eftir var konan Mary Lou Levitan á veg at heinta akfarið hjá manninum, tá hon fekk deyðiligan skaða í einum bilvanlukku, upplýsir løgreglan.
Sýslumaðurin sigur, at ein 19 ára gamal bilførari fór yvir í norðureftir koyribreytina á einum vegi í Oakland Township "av ókendari orsøk", og rakti bilin, sum Mary Lou Levitan var í.
Mary Lou Levitan, sum var ferðafólk á baksetrinum í bilinum, varð lýst deyð á vanlukkustaðnum 27. desember.
Maður hennara varð tikin úr respirator 31. desember.
So skjótt kann tað ganga, tá illa vil til.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











