Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Fiskivinnuroyndir 2025

Fiskivinna | 07/01-2025 07:39

Fiskimálaráðið lýsir nú eftir umsóknum til Fiskivinnuroyndir 2025.

Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, har endamálið er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum.


Fiskivinnuroyndir er umskipað í mun til undanfarin ár, har størri dentur nú verður lagdur á vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan. Frameftir verða fiskivinnuroyndir skipaðar í tvær ymiskar stuðulsskipanir:

Flaggskipaverkætlanir
3,3 milliónir krónur eru settar av til flaggskipaverkætlanir, har søkjast kann um upp til eina millión krónur um árið í trý ár. Flagsskipaverkætlanir eru vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan, harundir Ph.d.-verkætlanir, sum eru skipaðar sum bindandi samstarv millum føroyska vinnufyritøku og føroyskan granskingarstovn. Verkætlanirnar skulu vera innan hesi raðfestu øki: 
•    Virðisøking
•    Alt til lands
•    Burðardyggur fiskiskapur

Bert føroyskar vinnufyritøkur kunnu søkja um stuðul til flaggskipaverkætlanir. Tað kann vera ein fyrimunur, um fyritøkan, sum luttekur í verkætlanini, fíggjar ein part av verkætlanini við kontantum peningi, og at onnur fígging er við í verkætlanini. 

Freistin at søkja um stuðul til flaggskipaverkætlanir er mánadagin 28. apríl 2025 kl. 12:00.

Smærri verkætlanir
1 millión krónur er sett av til smærri verkætlanir, har upphæddin til verkætlanina er upp til kr. 500.000 um árið upp til trý ár. Smærri verkætlanir skulu vera innan stevnuna hjá Fiskivinnuroyndum, sí her. 

Vinnufyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul til smærri verkætlanir.

Freistin at søkja um smærri verkætlanir er mánadagin 27. januar 2025 kl. 12:00.

Í viðgerðini av umsóknunum til báðar stuðulsskipanirnar verður serligur dentur lagdur á, at:
•    Úrslitini eru almannagagnlig
•    Samstarv er við ymsar samstarvsfelagar og/ella granskingarstovnar í Føroyum og uttanlands
Verkætlanir, sum áður hava fingið játtaðan stuðul, og sum vara meir enn eitt ár, skulu senda  umsókn um framhald og ávegis frágreiðing á hvørjum ári sambært teimum treytum, sum ásettar eru í játtanarskrivinum. 

Meira fæst at vita:
Stevna, umsóknarbløð, vegleiðingar og annað kunnandi tilfar fæst á heimasíðu okkara www.fvg.fo undir Fiskivinnuroyndir 2025 í vinstru síðu.


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
679 lúsakanningarferðir í 2024
Andakt
Bilasølan hálvera síðan 2019
Elmarknaðu­rin skal seta ferð á grøna orkuskiftið
Hoyringsskriv viðvíkj­andi ætlanini at skerja veiðidagar eftir sjófugli
Lands­stýrið hevur tikið eitt lán á 350 mió.
Meiriluti av grønlendarum ynskir at blíva partur av USA
Methøgir sethúsaprísir í 2024 og gongdin heldur helst fram
Nýggi Høgaberg verður latin Framherja í næstum
Nýggj nevnd í Mentan­argrunninum
Nærkast nú teimum 6.000 harunum
Rætta sjálvstýriskósin sett
Rættleiðing til “Brotsvarpið”
Soleiðis leggja tey klæðir saman
Torbjørn Jacobsen manipulerar Føroya fólk
Útflutningu­rin av lýsi og fiskamjøli minkaður 908 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi