Heilsutrygdargjaldi viðgerðast á Løgtingi
Uppskot um broyting í lógini um heilsutrygdagjald er á skrá í Løgtinginum í komandi viku
Jørgin Niclassen legði í desember fram uppskot um broytingar í skattalógini soleiðis at dupultskatting verður avtikin.
Málið er sett á skrá til tingfundin 15 januar, sum er mikudagin í komandi viku.
Endamálið við uppskotinum verður lýst soleiðis:
Tá tvískatting verður avtikin, verður avgjald, sum goldið til eitt annað land enn Føroyar og sum fevnt av norðurlendsku konventiónini um sosiala trygd, talt við sum ein skattur, goldin í Norðurlondum.”§ 2Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd,og hevur virknað frá 1. januar 2024.
Í viðmerkingunum til uppskotið stendur:
Við løgtingsmáli nr. 37/2023 varð ásetingin í § 154 b í skattalógini strikað og uttanlandsfrádrátturin eftir§ 33,nr.13 minkaður munandi yvir nøkur ár.
Síðan tá hevur landsstýrið, uttanum Løgtingið, men bert við kunngerð,broytt linkingarhátt fyri lønarinntøkur hjáskattaborgarum, sum arbeiða í øðrum Norðurlondum enn Danmark og Grønlandi.Hetta merkir, at inngjald til norska Folketrygden (NAV) ikki longur verður roknað sum ein skattur.Henda skipan kom annars upprunaliga í skattalógina í 2012 og varð tá einmælt samtykt av øllum flokkum í Løgtinginum.
Í viðmerkingum til lógaruppskotið frá landsstýrinum tá(lm. 34/2012), stóð millum annað:“ Í dupultskattahøpi verður Folketrygden ikki roknað sum skattur, men eftir vanligum búskaparligum definitiónum er eingin ivi um, at Folketrygden er ein skattur, og gjaldið til Folketrygden merkist tí í veruleikanum sum ein dupultskatting.“.Nógvir føroyingar, sum arbeiða uttanlands, eru noyddir at rinda til Folketrygden.
Inngjaldið er 8,2% av lønini. Hendan trygging dekkar eina røð av umstøðum, men stórur partur er eftirløn. Felags fyri øll útgjøld, eisini eftirløn, er galdandi, at tey eru skattskyldug við útgjald.
At § 154 b frádrátturin bleiv strikaður stutt fyri jól 2023 merkir, at talan verður um dupultskatting, tvs.skattingbæði við inngjald og útgjald.
Nógv orrusta var, tá vit í Føroyum fóru frá at eftirskatta eftirlønir til at forskatta tær. Við núverandi skipan er talan um bæði forskatting og eftirskatting av eftirlønum hjá ávísum útisiglarum. Tað kann ikki vera rímiligt.
Fyri at sleppa undan dupultskatting verður hetta lógaruppskotið lagt fram.Uppskotið er saman við øðrum uppskotium avtøku av stigvísu minkingini av uttanlandsfrádráttinum, ið verður lagt fram samstundis sum hetta málið,við til at steðga og hjá øðrum minka um methøgu skattahækkingina.
Avleiðingarnar av uppskotinum
Ongar umsitingarligar avleiðingar ella fíggjarligar útreiðslur eru av lógaruppskotinum, tí talan bert er um at halda fram við skipanini, ið hevði verið galdandi,til hon varð sett úr gildivið ársbyrjan.
Í mun til galdandi skipan minka skattainntøkurnar nakað, men ringt er at meta um hvussu nógv; skattainntøkurnar verða tó óbroyttar í mun til ta skipan, ið var galdandi fram til,at hon varðsett úr gildi.Serligar viðmerkingarTil § 1§ 154 b verður við virknaði aftur til 1. januar 2024 sett inn aftur í lógina í sama líki sum fram til,at hon varð strikaðum ársskiftið.
Á Løgtingi,10. desember2024
Jørgen Niclasen
Mest lisið í farnu viku
679 lúsakanningarferðir í 2024
Andakt
Bilasølan hálvera síðan 2019
Elmarknaðurin skal seta ferð á grøna orkuskiftið
Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at skerja veiðidagar eftir sjófugli
Landsstýrið hevur tikið eitt lán á 350 mió.
Meiriluti av grønlendarum ynskir at blíva partur av USA
Methøgir sethúsaprísir í 2024 og gongdin heldur helst fram
Nýggi Høgaberg verður latin Framherja í næstum
Nýggj nevnd í Mentanargrunninum
Nærkast nú teimum 6.000 harunum
Rætta sjálvstýriskósin sett
Rættleiðing til “Brotsvarpið”
Soleiðis leggja tey klæðir saman
Torbjørn Jacobsen manipulerar Føroya fólk
Útflutningurin av lýsi og fiskamjøli minkaður 908 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur