Rættleiðing til “Brotsvarpið”
Viðmerking frá Jonhard Danielsen til sendingina Brotsvarpið, hjá Frihedsbrevet
Rættleiðing til “Brotsvarpið” hjá Frihedsbrevet í samband við rættarmálið, har Marita Hentze, tekniskur leiðari hjá Runavíkar kommunu hevur stevnt Reidar F. Joensen varabýráðslimi hjá Borgaralistanum, í síðstu setu, í Runavíkar kommunu.
Andstøða var ikki í Runavíkar kommunu síðstu setu. Tó kann sigast, at tað var 1 meiriluti og 10 minnilutar.
Í endanum av fyrra parti av “Brotsvarpinum” sigur Jan Lamhauge, at eg havi melda Runavíkar kommunu fyri valsvik. Hetta er beinleiðis ósatt.
Eg havi meldað møguligt valsvik til Løgregluna, og kært avgerðina hjá Runavíkar kommununi, viðvíkjandi fínteljingini, til Løgmálaráðið.
Hetta gjørdi eg, tí at málið, um møguligt valsvik, snýr seg ikki um fínteljingina, men tað, at atkvøðuseðlarnir í Oyndarfirði ikki komu til valhølið í Runavík sama kvøldið, valið var.
Og vóru teir heldur ikki undir lás og slá náttina yvir.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











