Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at skerja veiðidagar eftir sjófugli
Hoyringsskriv frá Veiði og Skjótifelag Føroya er 18 síður langt. Vit endurgeva byrjanina og endan
Góði Høgni Hoydal og Uttanríkis- og vinnumálaráðið.
Vit, limir í Veiði og Skjótifelag Føroya ynskja hervið at seta fram okkara sjónarmið og áheitanir í sambandi
við ætlanini hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, at skerja veiðitíðina eftir svartfugli, d.s Lomvigu, álku og
lunda.
Samanumtøka:
Vit hava omanfyri víst á:
- At lomviga, álka og lundi, ikki eru hótt djórasløg.
- At lomvigu, álku og lunda stovnurin hevur síðstu 30 árini verið støðugur.
- At grundgevingin fyri at broytal lógina, er tikin á alt ov grunnum, fyri ikki at siga ongum grundarlagið.
- At nógv tann stórsti parturin av lomvigu, álku og lunda, sum verður skotiní Føroyum, ikki er av føroyska stovninum.
- At veiðan eftir svartfugli er burðardygg.
- At lógarbroytingin ikki kemur at verja fuglin, soleiðis sum verður lagt upp til í lógarbroytingini.
- At veiðan eftir svartfugli hevur stóran mentanarligan, sosialan og fíggjarligan týdning fyri føroyingar.
- At vit vilja mæla til, ikki at broyta lógina soleiðis sum er lagt upp til.
- At seta í verk fullkomið veiðibann í oktobur, fyri at veiða lundapisur.
- At veiða eftir lomviga, áku og lunda, verður skrásett í dátagrunni hjá Veiðifelagnum.
- At manglandi skráseting ikki verður sekta við bót, men fyrst við munnligari átalu, síðan skriftligari átalu, og til síðst við sømiligari revsing. Tað kundi verið, at fongur og byrsa verða afturhildin.
Endi
Við okkara eygleiðingum, vitan og royndum, saman við tølunum hjá Havstovuni, er tað okkara greiða sannføring, at veiðan eftir svartfugli soleiðis sum vit kenna hana í dag, er burðadygg.
Vit vilja við hesum staðiliga heita á avvarandi myndulleikar, at koma í samskifti við okkum veiðifólk og fuglafrøðingar, fyri at tryggja at allar avgerðir, ið skerja okkara veiðirætt eru so væl grundaðar sum møguligt.
Sum sáttmálin eisini leggur upp til.
Tað er okkara vón, at okkara hoyringsskriv, verður eitt gott ískoyti til viðgerðina av hesum málinum. Sum vónandi førir til (fyri okkara viðkomandi) eina jaliga endaliga avger.
Vit takka fyri møguleikan, at seta fram okkara sjónarmið, og síggja fram til eitt konstruktivt samskifti.
6. **Vísindalig eftirlit:** Við at samstarva við granskarar, kunnu veiðimenn geva sítt íkast til dátusavnan, og
eftirlit við fuglastovnum. Sum er avgerandi fyri at skilja vistfrøðiligar broytingar, og tillaga umsitingarætlanir.
Somuleiðis at mynda føroyska matkovan í framtíðini, sambært ímyndini hjá landsstýrinum um, at gera Føroyar meira sjálvstøðugt, hvat viðvíkur matvøru. Og hugtakið um, stuttflutta, vistfrøðiliga matvøru, og framleiðslu í nærumhvørvinum.
Hvannasund 13/01-2025
Hoyrinsskrivið sum er 18 síður langt við nógvum hagtølum kann downloadast her Hoyringsskriv.pdf
Mest lisið í farnu viku

Aliráðstevnan verður 28 februar

Almennar lønir vaksa 9% privatar vaksa 2,1%

Andakt

Álit um støðu fólkakirkjunnar innan føroysku fyrisitingina og virkisøki umboðsmansins

Bakkafrost úrslit fjórði ársfjórðingur 2024

Flogfar lendi á takinum í Toronto

Krógvaðu 140 milliardir

Lækni nevnir orsøkina til at vit missa evni at minnast

Løgmaður til Týsklands á trygdarráðstevnu

Løgmaður: Støðan í heiminum er alsamt meira óviss

Tey ríku og kvinnur sleppa lættari í rættarskipanini

Vegakervið í Sandoynni eigur at lyftast fram í nútíðina

Video: Maður í kajak endaði í kjaftinum á stórhvali
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











