Andakt
Páll Poulsen skrivar
Men koparaltarið, ið stóð fyri ásjón HARRANS, flutti hann burt, haðani sum tað hevði staðið, framman fyri templið, millum hitt nýggja altarið og hús HARRANS, og setti tað norðan fyri hitt nýggja altarið. 2. Kong.16.14
“Uppá tíðina at ummøblera,” hugsaði Akaz. “Vit mugu organisera okkum betri!”
Við enn eini fyrilitaleysari gerð setti Akaz ofrið til síðis – ella sum vildu sagt á eitt “síðuspor”.
Eg vóni, at eg ikki verði fangaður av “organisering” í so stóran mun í mínum privata ella samkomulívi, at tað, sum er týdningarmikið fyri Gudi, fellur fyri míni “ummøblering” og verður sett á eitt síðuspor!
Vísdómur gevur Honum, Sum er hin fyrsti, Kol.1.18 fyrsta plássið – í øllum lutum!
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Gud, hjálp mær liva nærri tær,
sum barn títt ferðast her,
lat ljós títt ganga undan mær
ta leið, sum til tín ber!
2. Hvar er tann sæla, ið eg fann,
tá fyrst eg Jesus sá,
mín hugur til at søkja hann
og grunda orð hans á!
3. Á, friður, ið tá fylti meg –
hvør søtt tó minnið er!
Nú sáran tómleik kenni eg,
ei verðin troyst mær ber.
4. Kom aftur, halgi troystari,
Guds søta friðarboð!
Eg hati synd, sum særdi teg
og rak teg frá mær so.
5. Hjálp mær, eg hvørjum avgudi,
hvørt navn hann bera vil,
kann stoyta úr tí hásæti,
sum tær bert hoyrir til!
6. So skal eg liva nærri tær,
sum barn títt ferðast her,
og ljós títt ganga undan mær
ta leið, sum til tín ber.
*William Cowper (Ongl.), 1731–1800.
{Lag: Hugh Wilson (Skotl.), 1766–1824}.
(V. Danielsen týddi).
Nr.798 í SGF 1976 ella nr.568 í SGF 1952
Mest lisið í farnu viku

Aliráðstevnan verður 28 februar

Almennar lønir vaksa 9% privatar vaksa 2,1%

Andakt

Álit um støðu fólkakirkjunnar innan føroysku fyrisitingina og virkisøki umboðsmansins

Bakkafrost úrslit fjórði ársfjórðingur 2024

Flogfar lendi á takinum í Toronto

Krógvaðu 140 milliardir

Lækni nevnir orsøkina til at vit missa evni at minnast

Løgmaður til Týsklands á trygdarráðstevnu

Løgmaður: Støðan í heiminum er alsamt meira óviss

Tey ríku og kvinnur sleppa lættari í rættarskipanini

Vegakervið í Sandoynni eigur at lyftast fram í nútíðina

Video: Maður í kajak endaði í kjaftinum á stórhvali
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











