Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Bústaðarttrupulleikar og loysnir

Innanlands | 25/01-2025 22:25

Sigast kann, at vit eiga nógvar bústaðir, men teir standa á skeivum stað.

Í greinarøð, fara vit at umrøða bústaðartrupulleikar og møguligar loysnir.

Ætlanin er at nevna flest allar viðkomandi spurningar, soleiðis at tað at enda kann verða ein frymil, til møguligar loysnir á bústaðartrupulleikum. Bústaðartrupulleiki fevnur víða. Tí verða loysnir kompliseraðar og samansettar av fleiri ymiskum tiltøkum.

Var tað einfalt, so var ongin bústaðartrupulleiki.

Hædd má takast fyri, at tað er sera ymiskt, hvat fólk ynskja og tí eru eisini fleiri boð uppá loysnir. Fígging er eisini ein partur og fleiri áhugaverd boð uppá loysnir kunnu ikki fíggjast.

Seta føtur undir egið ella leiga borð

Øll skulu búgva undir taki. Veðrið í Føroyum ger, at sett verða stór krøv til dygdina á bústaði. Meginparturin av byggilendi er bratt. Undirlendi er, lítið av mold og nógv grót. Tí er dýrt at gera grundøki byggibúgvin.

Byggikostnaður tykist høgur. Fíggingarmøguleikar eru færri enn í Danmark, umframt at keypari ikki kann yvirtaka verðandi obligatiónslán. Rentan er eisini hægri enn í Danmark.

Tað hevur tídning, hvar hús eru staðsett. Tað hevur tað í flestu londum. Í “udkantsDanmark” er trupult at selja hús og uppaftur truplari at fíggja hús. Í Føroyum tykist verða uppdeilt í Tórshavn, størri bygdir og smærri bygdir.

Smærri bygdir og Suðuroyggin tykjast verða í somu støðu, sum udkantsDanmark. Størri bygdir tykjast fylgja búskaparligu konjukturunum við sera stórum sveiggjum í húsaprísunum. Í Tórshavn tykist gongdin verða hækkandi prísir, líka mikið búskapargongd. Dagsins prísur og framtíðar prísur hava tídning fyri viljan hjá fíggjarstovnum at fíggja. Eisini hevur húsavirði tídning, sum pensjónsuppsparing, tá eigari røkkur pensjónsaldri.

Eiga og leiga

Øll ynskja bústað, men tað er ymiskt hvat tørvurin er. Elstu húsini í Føroyum eru smá og har búðu rættuliga nógv fólk og fleiri børn vóru í hvørjum kamari. Síðan blivu hús væl størri hóast barnatalið minkaði. Seinastu árini er tal av einligum mammum og støkum økist. Tí er tørvur á væl fleiri bústaðareindum til sama tal av fólki, enn fyrr.

Bústaðir hava altíð kosta nógv í mun til inntøkuna hjá fólki. Útstykkja og bygt er til familjur, við tveimum inntøkum. Í dag eru nógv fleiri familjur við einari inntøku, enn fyrr.

Eins og í øðrum londum tykjast alt fleiri ynskja sær leigubústað heldur enn egin hús. Tal av einligum foreldrum og støkum tykist vaksa.

Inntøka á 500 tús. røkkur til bústað fyri 1,75 mió. og inntøka á 400 tús røkkur til bústað fyri 1,4 mió. Flestu sum eru støk hava tí ikki inntøku til at keypa egnan bústað. Tey noyðast ti at leiga.

Ynski um slag av bústaði tykist broytast við tíðini. Fíggjarliga rásarúmi tykist eisini ávirka tørv og ynskir um slag av bústaði.

Flyta av bygd í bý

Flytingin frá bygd til bý er allastaðni í heimi. Fólk flyta, fyri at fáa arbeiði. Í Føroyum flyta fólk eisini av landinum, í lestrar og arbeiðsøðrindum. Tó tykist ógreitt, hví fleiri flyta av landinum enn tað flyta til Føroya.

Vit eiga relativt nógv tóm hús. Onkur uppteljing fyri fáum árum síðan visti at siga at á leið 1.500 hús eru tóm. Tað nærkast 10% av øllum húsum og svarar til tal av bygdum húsum seinastu 5 árini.

Flyting sæst eisini aftur í aldursbýtinum. Nakrar kommunur hava nógvar eldri borgarar og færri í arbeiðsførum aldri. Tað minkar inntøkuna og økir útreiðslurnar. Yvir tíð, leysliga mett 50 ár, er avleiðingin at alt steðgar upp í slíkum bygdum. Og eftir, leysliga mett 100 árum, eru hesar bygdir, kommunur og oyggjar avtoftaðar. Hetta kunnu vit velja at bøta ella lata standa til. Í bústaðarhøpi, sum hendan grein er, skal munandi broyting til í hesum bygdum, kommunum og oyggjum, um nakar skal velja at byggja nýtt.

Ynskja fólk at búgva nær arbeiðsplássi, handlum ella frítíðartilboðum? Helst vilja fólk búgva har tilboð eru. Í 2015 vísti kanning, at 86% av útisetum, sum vóru  limir hjá Bústaðir, ynsktu at búgva í Tórshavn.

Tórshavnar kommuna spurdi fyri nøkrum árum síðan, 500 fólk um bústað og ynskir til bústað. Áliti er frá 2018 og á 18 síðum eru nógvar upplýsingar.

Tá nógv ynskja bústað í sama stað, verða náttúrliga ov fáir bústaðir. Bústaðir verða í dag útlutaðir til tey sum hava stórst inntøku og tey við lágari inntøku mangla bústað. Vit kundu í teori útluta bústaðir við lutakasti. Tað hevði einans broytt navn á persónum sum mangla bústað, meðan tal av fólki, sum mangla bústað hevði verið óbroytt.

Fleiri boð tykjast ódokumentera

Nýggi borgarstjórin í Tórshavn segði, tað var ein mannarættur at sleppa at búgva í Tórshavn. Bústaður er ikki mannarættindi, hóast fleiri enn nevndi borgarstjóri hava nevnt tað. Men vit hava sosiallóggávu við endamáli at tryggja, at øll búgva undir taki.

Eitt, sum ikki tykist greitt er, hví helvtin av teimum, sum taka útbúgving uttanlanda ikki koma heimaftur. Tað kann verða, at fyri tey er Danmark tað sama sum Tórshavn fyri bygdafólk í Føroyum. Tað kann verða tí umstøður, herundir bústaðarmøguleikar, ikki eru eins góðar og tey ynskja. Tað kann eisini verða, at tað ikki eru størv til øll, sum taka útbúgving uttanlanda.

Vit kunnu siga, at vit hava flestu upplýsingar, okkum tørva, til at leggja eina strategi. Hesar upplýsingar eru tó spjaddar og R7 hevur ikki funnið nakra roynd at samla hesar, soleiðis at til ber at brúka samlaðu upplýsingarnar til at finna loysnir.

Tó er greitt, at hóast øll hava somu upplýsingar, so vekta vit ymiskt. Tí verða fleiri boð uppá rættastu og bestu loysnirnar.


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Aliráðstevnan verður 28 februar
Almennar lønir vaksa 9% privatar vaksa 2,1%
Andakt
Álit um støðu fólka­kirkjun­nar innan føroysku fyrisiting­ina og virkisøki umboðsmansins
Bakkafrost úrslit fjórði ársfjórð­ingur 2024
Flogfar lendi á takinum í Toronto
Krógvaðu 140 milliardir
Lækni nevnir orsøkina til at vit missa evni at minnast
Løgmaður til Týsklands á trygdar­ráð­stevnu
Løgmaður: Støðan í heiminum er alsamt meira óviss
Tey ríku og kvinnur sleppa lættari í rættar­skipanini
Vegakervið í Sandoynni eigur at lyftast fram í nútíðina
Video: Maður í kajak endaði í kjaftinum á stórhvali
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi