Andakt
Páll Poulsen skrivar
Men Pætur og teir, ið við Honum vóru, vóru tungir í svøvni; men táið teir vórðu klárvaknir, sóu teir dýrd Hansara. Luk.9.32
Pætur og vinir hansara mundu ovsovi seg frá eini fjallatoppauppliving, ið bert kundi upplivast ta einu ferðina í lívinum!
Tað var ikki, fyrr enn at teir vaknaðu, at teir vóru førir fyri at síggja dýrd Kristusar. Um vit ikki ansa eftir, kunnu vit eisini falla í ein dølskan svøvn í sjálvnøgdsemi, møguliga ótilvitað fyri at sleppa undan umstøðum lívsins.
Skriftin áminnir okkum “at tímin er longu komin hjá okkum at vakna upp úr svøvni.” Róm.13.11.
Tað er tá, at Harrin opinberar Sína dýrd fyri okkum á mátar, vit ongantíð fyri hava upplivað.
Gev Harrans útpurring gætur!
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Tungfør her leiðin er,
óttafull mong hon ger,
frælsið, við njóta her,
enda kann dátt.
Eyðmýk títt hjarta hart,
so himmalljósið bjart
skínur í myrkrið svart,
vakna tí brátt!
Niðurlag: Jesus skal koma brátt –
á middegi ella nátt.
Lúðurin ljóðar hátt
skýggjunum frá.
Upp skulu rísa deyð,
saman við okkum tey
flyta úr sorg og neyð
hiðani tá.
2. Kólna skal kærleikin,
syndbylgjan floyma inn,
áður enn dagurin
renna upp skal,
tá yvireingils rødd
boðar til endurfødd:
Loyst nú er sálin mødd,
æviga sæl.
3. Skjótt verður burt alt ilt,
brúsandi havið stilt –
tann dag, hans andlit milt
vit skulu sjá.
Gleðin ómetalig,
signingin ævinlig,
tá vit við Harrans lið
frelst skulu stá.
*R.E. Winsett (Amer.).
{Lag: Robert E. Winsett (Amer.), 1876–1952}.
(Flóvin Tyril týddi).
Nr.1381 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku

Aliráðstevnan verður 28 februar

Almennar lønir vaksa 9% privatar vaksa 2,1%

Andakt

Álit um støðu fólkakirkjunnar innan føroysku fyrisitingina og virkisøki umboðsmansins

Bakkafrost úrslit fjórði ársfjórðingur 2024

Flogfar lendi á takinum í Toronto

Krógvaðu 140 milliardir

Lækni nevnir orsøkina til at vit missa evni at minnast

Løgmaður til Týsklands á trygdarráðstevnu

Løgmaður: Støðan í heiminum er alsamt meira óviss

Tey ríku og kvinnur sleppa lættari í rættarskipanini

Vegakervið í Sandoynni eigur at lyftast fram í nútíðina

Video: Maður í kajak endaði í kjaftinum á stórhvali
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











