Søgan um Findus í Hammerfest
Nógvir føroyingar hava starvast hjá Findus, sum byrjaði í 1949. Byrja frá ongum til stórt flakavirki við nógvum skipum, fyri síðan at minka og blíva burtur. Eins og so nógvar fyritøkur i fiskivinnuni.
Flakavirkið stovna aftaná seinna heimsbardaga
Í 1949 stovnaði felagið G. Robertson A/S, sum Bergens Privatbank átti, nútímans fiskavirki í miðbýnum í Hammerfest.
Týskarar brendu allan býin, hvørt einasta hús, í 1944. Evakuering av fólkinum byrjaði 30 oktober og frá 6-11 november brendu teir alt. Onki stó eftir.
Bygningurin bleiv fyrsti partur av tí sum seinni bleiv Findus. Felagið B. Heide Ltd í Kristiansundi leigaði Robertson-bygningin og fór undir framleiðslu av frystum flaki í 1950. Stjóri var Lorentz Roksvaag. Tað mesta varð gjørt við hond og tað verður sagt at arbeiðsumstøðurnar vóru alt annað enn góðar. Ísvatn, nógvur kuldi og trekkur, eins og vit kenna tað frá fyrr í Føroyum. Vanliga var arbeitt akkord.
Freia kemur inn á myndina
Vegna trupulleikar í sjokulátuvinnuni eftir kríggið fekk Freia A/S áhuga fyri fiskivinnu. Samstarvið millum Freiða A/S og B. Heide Ltd. og byrjaði í Hammerfest í 1952, tá teir stovnaðu A/S Hammerfest Fiskeindustri og Filetfabrikk.
Tað vóru fleiri orsøkir til, at Freia valdi at seta fokus á Hammerfest. Býurin lá miðskeiðis í einum stórum fiskivinnuøki og hevði tær tænastufunktiónir, sum høvdu týdning fyri vinnuligt virksemi. Atgongd var til arbeiðsmegi, men tað týdningarmesta var at tað var stutt at sigla út á fiskileiðir.
Findus arbeiddi miðvíst at fáa stóran part av rávøruni frá trolarunum. Trolarar vóru ikki so væl dámdir, tí normenn áttu fáar og útlendingar nógvar, sum høvdu loyvi at fiska 4 fjóðringar úr landi. Mett varð, at troling gav javna tilgongd av fiski til nýmótans verksmiðjuna, sum var í gerð.
Íløgur á 5 mió. norskar krónur vórðu brúktar til at byggja nýmótans fiskivinnufyritøku. Hetta vóru nógvir pengar í 1952.
Freia ynskti at stovna eina nýmótans fiskivinnufyritøku, har teir stýrdu tilgongdini frá tí at fiskurin varð veiddur, til hann varð frystur og klárur til sølu í handlum á altjóða marknaðinum. Hugsjónin var dygd í øllum liðum.
FINDUS A/S
Flakamaskinur vórðu keyptar og arbeiðsumstøðurnar á flakavirkinum batnaðu so við og við. Nýggj flekihøll var gjørd. Hendan hevði hita í onkrum rúmum eins og í kantinuni.
Vørurnar vórðu seldar undir merkinum FINDUS. Hetta var, tí Freia varð lagt saman við svenska dótturfelagnum Marabou. Teir vóru áður við til at framleiða aðrar frystar vørur undir navninum FINDUS.
Frystu vørurnar vóru fluttar í dóttirfelag. Virksemið í Hammerfest gjørdist kortini partur av hesum felagnum.
Í januar 1959 broytti verksmiðjan offisielt navn til A/S Findus. Flakavirkið í Hammerfest framleiddi í 1953 5.000 tons av flaki og 1.200 tons av fiskamjøli. Vørurnar fóru á marknaðirnar í Skandinavia og frá 1956 vórðu tær eisini útfluttar til USA, Stóra Bretland og onnur evropeisk lond.
80% av framleiðsluni varð útflutt og talið av framleiddum vørum øktist. Framleiðslan av fiskafingrum, sum framvegis í dag er kend vøra, byrjað í 1958.
Eftirspurningurin vaks og flakavirki í Hammerfest bleiv útbygd fleiri ferðir.
Nýggj kai og nýggir framleiðslu- og goymslubygningar vórðu reistir. Aftaná útbyggingina í 1962 kundi felagið framleiða 35 tons av fiski hvørja vakt. Frá 1954 til 1962 vaks løntakaratalið úr 280 upp í 866.
Findus A/S í Hammerfest var vorðin størsta fiskivinnufyritøka í Noregi. Fólk í øðrum bygdum í økinum óttaðust framhaldandi vøksturin hjá Findus í Hammerfest. Tey stúrdu fyri, at felagið var ein hóttan móti bygdum í økinum og ein sera stórur kappingarneyti og kanska ein vandi fyri fiskivinnuna á smáplássunum.
Tilflytingin til Hammerfest av smærru plássunum gekk skjótt. Miðskeiðis í 1960-unum var fólkatalið í býnum tvífaldað til næstan 7.500 fólk í mun til talið undan krígnum.
Nestlé-Findus
Í 1962 seldi Freia/Marabou 80 prosent av partabrøvunum í Findus A/S til sveisiska samtakið Nestlé. Síðani oyðileggingina undir seinna heimsbardaga, hevði Hammerfest ment seg til eitt nútímans býarsamfelag, har alt gekk skjótt.
Miðalinntøkan var hægri enn aðrastaðni í norðurnorra Hetta var í stóran mun orsakað av virkseminum hjá Findus-verksmiðjuni.
Heili 1.300 fólk vóru í starvi hjá felagnum í 1967. Hetta var samstundis árið við flest starvsfólkum eins og árið tal av løntakarum byrjaði at minka. Í 1976 var talið minkað niður í 800.
Trolaraflotin
Hóast Findus A/S eisini keypti fisk frá útróðrarbátum, vóru tað trolararnir, sum vóru høvuðsveitarar av rávøru. Í 1953 stovnaði A/S Hammerfest Fiskeindustri og Filetfabrikk eitt nýtt trolarafelag. Navnið var Hammerfest Havfiske A/L. Reiðaríið keypti 17 ára gamla kolfýrda damptrolaran "Dunsby" úr Hull í Onglandi. 165 føtur langa skipið kostaði 700.000 krónur. Páskaaftan, leygardagin 4. apríl 1953, kom nýggi trolarin til Hammerfest og fekk navnið "Findus 1". Seinni broytti tað navn til "Skaidi".
Umstøðurnar umborð vóru mettar vánaligar og kundi trolarin ikki levera rávøru, sum leyk treytirnar til góðsku hjá flakavirkinum. Avgjørt varð, at hann skuldi umbyggjast soleiðis at hann leyk treytirnar fyri góðsku. Seinni í 1953 varð trolarin "Angle" við skiparanum Ivar Øverås úr Kristiansund leigaður til heystfiskiskap sum avloysari fyri "Findus 1". Hetta gav betri góðsku og støðuga avreiðing av rávøru til flakavirki. Fleiri síðutrolarar blivu leigaðir seinnapartin av 1950unum. . Teir vóru: "Honingsvåg", Dragaberg, Tromshav, Tromstrål I og II, Borgundfjord, Myrland, Borgenes, Bracon, Skarodd og aðrir við. Hammerfest var tá stórsti trolarabýur í Norra.
Findus 1, trolarin, fór í vinnu aftaná umbyggingina sum nútímansgjørdi "Skaidi". Hammerfest Havfiske keypti tríggjar síðutrolarar afturat úr Onglandi í 1956. Teir fingu navnið "Gargia", "Rairo" og "Masi". Trolarunum fiskaðu í sera ringum veðri og flakavirki hjá Findus hevði støðuga rávørutilgongd árið runt. Teir royndu úr Vesterålen í suðri norður til Kildinbankan. Skipini vóru eisin manna við útlendingum.
Serliga úr Føroyum, komu sjómenn til Hammerfest. (R7 hevur fingið fortalt at nógvur vóru úr Suðuroy)
Fiskur varð eisini keyptur frá øðrum framleiðarum í Finnmørkini. Í 1958 komu fyrstu línubátarnir, sum vóru 70-80 føtur.
Í 1963 yvirtók Findus A/S Hammerfest Slipp og Maskinverkstað. Tað gjørdist lættari at umvæla og viðlíkahalda trolararnar og tað gav eisini manningini møguleika at vera saman við familjuni, meðan skipið var í dokk.
Sum liður í rationaliseringini av rakstrinum avgjørdi felagið seinast í 1960-árunum at ogna sær hekkutrolarar at avloysa síðutrolarnar. Grundarlagið fyri hesum var úrslitið av fiskiskapi hjá teimum fyrstu hekkutrolarunum, Røeggen og Håja, sum komu til Hammerfest í 1966 og 1967.
Í mun til síðutrolararnar kundi manninginartali minkast, úr 20-25 monnum niður í 12 mans. Findus fekk loyvi til 9 hekkutrolarar og tann seinasti av hesum bleiv leveraður í 1973.
Trupulleikar og skiftandi tíðir
Findus í Hammerfest var ikki bara sett í samband við búskaparvøkstur og góðar tíðir fyri býin. Millum annað varð tað mett sum ein trupulleiki, at fremmand arbeiðsfólk ofta fingu innivist á næmingaheimum, har nógv búðu tætt við hvønn annan. Hetta gekk ikki altíð væl, og larmur og ófriður kundi lættliga stinga seg upp.
Slíkir og aðrir trupulleikar skaddu umdømi hjá felagnum. Nógv dámdu illa og navnið NestleFindus var ikki væl dámt av øllum. Leiðslan í felagnum royndi at betra umdømi við m.a. at bjóða almenninginum til "opið (felag) hús" at profilera Findus eftir teirra ynski. Aftaná 1980-árini komu nýggir trupulleikar.
Miseydnaður fiskivinnupolitikkur, ovurfisking og minkandi toskastovnur viðførdi uppsagnir og framleiðslusteðg í ávís tíðarskeið. Mynstrið í fiskivinnuni broyttist og støðan hjá Hammerfest-fyritøkuni versnaði. Skerjingar vóru í starvsfólkatali á trolarum og á flakavirkinum, og framleiðslan minkaði niður í eina vakt. Sambandið millum arbeiðsfólk og leiðslu gjørdist vánaligt.
Óvissan breiddi seg til aðrar partar av vinnulívinum í Hammerfest, sum veitti til Findus. Lokalar fyritøkur veittu Findus vørur og tænastur fyri 20-30 milliónir krónur um árið. Nógv óttaðust konkurs og søgur vóru um, at ætlanir vóru um at flyta Findus-verksmiðjuna í Hammerfest til onnur støð í landinum. Í 1990 var arbeiðsfjøldin minkað niður í 450 fólk og felagið hevði bara tveir trolarar.
Endi á Findus í Hammerfest
Áhaldandi afturgongd í rávørunøgd og harav vánaligt lønsemi gjørdi at Nestlé seldi Findus-virkið í Hammerfest. Fiskiloyvini, sum hoyrdu til virkið, vóru virðismikil og í 2001 bleiv Findus selt til felagið Norway Seafoods, sum Røkke eigur.
Flakavirkið, í miðbýnum í Hammerfest bleiv stongt í 2002 og framleiðslan flutt í nýtt og moderna flakavirki í Rypefjord, 3-4 kilometrar frá upprunaliga virkinum í miðbýnum í Hammerfest.
Umsett úr norskum frá Kystmuseene
https://kystmuseene.no/gjenreisningsmuseet/findus-i-hammerfest-historie
Mest lisið í farnu viku

Aliráðstevnan verður 28 februar

Almennar lønir vaksa 9% privatar vaksa 2,1%

Andakt

Álit um støðu fólkakirkjunnar innan føroysku fyrisitingina og virkisøki umboðsmansins

Bakkafrost úrslit fjórði ársfjórðingur 2024

Flogfar lendi á takinum í Toronto

Krógvaðu 140 milliardir

Lækni nevnir orsøkina til at vit missa evni at minnast

Løgmaður til Týsklands á trygdarráðstevnu

Løgmaður: Støðan í heiminum er alsamt meira óviss

Tey ríku og kvinnur sleppa lættari í rættarskipanini

Vegakervið í Sandoynni eigur at lyftast fram í nútíðina

Video: Maður í kajak endaði í kjaftinum á stórhvali
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











