Dennis Holm, landsstýrismaður, á fundi við norska fiskimálaráðharran
Dennis Holm var í Tromsø á Ráðstevnu og í tí sambandi var fundur við norska fiskimálaráðharran
Dennis Holm, landsstýrismaður, er í hesum døgum á ráðstevnuni Arctic Frontiers í Tromsø, har alskyns viðurskifti, sum hava týdning fyri lond og fólk í arktiska økinum verða viðgjørd.
Í tí sambandi var í gjár fundur við norska fiskimálaráðharran Marianne Sivertsen Næss.
Føroyar og Noreg hava gingið undan og skipað semjur um makrelfiskiskapin og fiskiskapin eftir norðhavssild í Norðuratlantshavi, og soleiðis tryggjað, at fiskiskapurin er vorðin meira burðardyggur.
Á fundinum umrøddu Dennis Holm og Marianne Sivertsen Næss týdningin av samstarvinum millum Føroyar og Norra sum grannalond og fiskiveiðitjóðir.
Á skránni vóru eisini sínámillum fiskiveiðiavtalan og áleikandi samráðingarnar í strandarlandahøpi. Næstu stigini í strandarlandasamráðingunum fevna um at fáa fleiri lond uppí makrelsemjuna og semjuna um norðhavssild, umframt at fáa gjørt semju um fiskiskapin eftir svartkjafti.
Landsstýrismaðurin nýtti eisini høvið at bjóða Marianne Sivertsen Næss, fiskimálaráðharra, til Føroyar á vitjan í næstum.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Avreiðingarvirði í uppsjóvarvinnuni minkaði 540 milliónir
Bústaðarttrupulleikar og loysnir
Dennis Holm, landsstýrismaður, á fundi við norska fiskimálaráðharran
Ein orsøk til at fyritøkur verða seldar av landinum
Er dugnaskapur veruliga vorðin ein synd?
Ferðavinnan vísur stagnerandi tendensir
Festligir tónar og myndir í Leirvíkar Bátasavni sunnudagin
Helgi Abrahamsen er ónøgdur við svar frá Løgmálaráðnum
Kim Duurhus og moralska fall løgtingsins
Koyr frystiboksina út og spar pengar
Posta gevst við útbering av lýsingarbløðum
Smyril Line fær avloysaraskip
Søgan um Findus í Hammerfest
Yvirlýsing frá Fakfelagssamstarvinum:
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur