Festligir tónar og myndir í Leirvíkar Bátasavni sunnudagin
Monika Stauss Joensen á violin og Jón Eliassen á flygil. Myndir og frásøgn: Árni Jacobsen
Sunnudagin tann 2.februar 2025 kl. 16 fara Monika Stauss Joensen (violin) og Jón Eliassen (flygil) at undirhalda við lívligum klassiskum tónleiki í Leirvíkar Bátasavni.
Ì seinru helvt av tónaleikaløtuni fer Àrni Jacobsen at greiða frá hansara myndum, sum hann meistarliga hevur tikið runt um í Føroyum, og í heimbygd hansara Leirvík.
Her hevur hann annað árði á rað valt nakrar av hanara myndum og givið út sum “Leirvíkskalendara”. Aftaná at Àrni hevur greitt frá, koyra hansara myndir sum bakgrund, meðan Monika á violin og Jón á flyglinum framføra víðari.
Repertoire sum tey bæði, Monika og Jón framføra er sera fjólbroytt, og tónleikur saman við vøkrum myndum er ein serstøk ferð gjøgnum vøkru oyggjarnar.
Hetta kann síggjast sum ein giltur møguleiki at stytta myrkastu tíðina í árinum.
Tónleikaløtan í Bátasavninum verður sunnudagin 2. februar 2025 kl 16.
Kostnaðurin fyri atgongd til savnið er kr. 80. Børn hava fría atgond.
Fyri hetta fæst góður tónleikur, vakra myndir við frágreiðing av myndamanninum , hugnalig
samvera, kaffi/the og okkurt afturvið. Eisini verður høvið at ogna sær myndakalendarin.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Mest lisið í farnu viku

Aliráðstevnan verður 28 februar

Almennar lønir vaksa 9% privatar vaksa 2,1%

Andakt

Álit um støðu fólkakirkjunnar innan føroysku fyrisitingina og virkisøki umboðsmansins

Bakkafrost úrslit fjórði ársfjórðingur 2024

Flogfar lendi á takinum í Toronto

Krógvaðu 140 milliardir

Lækni nevnir orsøkina til at vit missa evni at minnast

Løgmaður til Týsklands á trygdarráðstevnu

Løgmaður: Støðan í heiminum er alsamt meira óviss

Tey ríku og kvinnur sleppa lættari í rættarskipanini

Vegakervið í Sandoynni eigur at lyftast fram í nútíðina

Video: Maður í kajak endaði í kjaftinum á stórhvali
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











