Posta gevst við útbering av lýsingarbløðum
Hetta er ein neyðug tillaging fyri at betra um raksturin, sigur Posta í tíðindaskrivi
Posta tekur nú stig til at skipa virksemið meira skynsamt í samsvari við eftirspurningin og tørvin hjá viðskiftafólki, tí virksemið broytist við metferð.
Kjarnuuppgávan hjá Posta er útbering av posti og vøru til føroyingar kring landið. Gongdin er tó, at postboðið hevur færri brøv og lýsingabløð við í hvørjari útbering, meðan eftirspurningurin er størri viðvíkjandi pakkum.
”Føroyingar ganga sum heild høgt upp í at keypa eftir tilboðum. Men bæði handlar og húskini velja í størri mun prentaðu lýsingabløðini frá og brúka talgildar pallar so sum Posta-appina, sosialar miðlar ella tilboð á telduposti”, sigur Edvard Remberg, fyribilsstjóri.
Frá í vár gevst Posta tískil at bera út til húski, sum móttaka lýsingabløð og annað adressuleyst í postkassan hvørja viku:
”Hetta er ein neyðug tillaging fyri at betra um raksturin, og tað ger, at vit kunnu fokusera virksemið og skipa okkum enn meira eftir pakkaútbering, sum vit longu gera gott í dag. Tað er har, eftirspurningurin er”, sigur fyribilsstjórin á Posta.
Posta hevur í dag eina góða tænastu á pakkamarknaðinum. Við færri vørum á hillini verður virksemið enn meira miðvíst við denti á útbering av pakkum til dyrnar ella í pakkaboks.
Avgerðin hevur tíverri avleiðingar fyri starvsfólk, sum arbeiða í útberingini og við adressuleysum.
”Tað er ein tung avgerð at siga góð starvsfólk úr starvi, sum hava lagt stóra orku í at gera eitt gott arbeiði fyri okkara viðskiftafólk hvønn einasta dag”, sigur Edvard Remberg.
Posta gevst í vár at bera út adressuleyst, men heldur fram við talgildu lýsingablaðstænastuni. Í Posta-appini og á bera.fo kunnu viðskiftafólk lesa lýsingabløð talgilt, og tann tænastan er sera nógv vitjað frammanundan.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Avreiðingarvirði í uppsjóvarvinnuni minkaði 540 milliónir
Bústaðarttrupulleikar og loysnir
Dennis Holm, landsstýrismaður, á fundi við norska fiskimálaráðharran
Ein orsøk til at fyritøkur verða seldar av landinum
Er dugnaskapur veruliga vorðin ein synd?
Ferðavinnan vísur stagnerandi tendensir
Festligir tónar og myndir í Leirvíkar Bátasavni sunnudagin
Helgi Abrahamsen er ónøgdur við svar frá Løgmálaráðnum
Kim Duurhus og moralska fall løgtingsins
Koyr frystiboksina út og spar pengar
Nógvir sera dýrir brúktir bilar til sølu
Posta gevst við útbering av lýsingarbløðum
Smyril Line fær avloysaraskip
Søgan um Findus í Hammerfest
Yvirlýsing frá Fakfelagssamstarvinum:
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur