Nógvir sera dýrir brúktir bilar til sølu
Tað eru sera nógvir dýrir brúktir bilar til sølu. Prísurin tykist so høgur, at fólk sum hava ráð til so dýran brúktan bil, ivaleyst hava ráð at keypa nýggjan bil.
R7 hugdi inn á heimasíðuna akfoer.fo. Hetta er fyrstu ferð vit hava talt bilar eftir prísi. Tað tykist sum dýru bilarnir eru rímuliga nýggir. Bilar kosta nógv og tí kosta 1-3 ára gamlir brúktir bilar eisini nógv.
Um onkrir av hesum hava verið leigubilar ella hvussu nógvir av hesum vóru El-bilar hava vit ikki hugt eftir.
Vit taldu bilar í dýrara endanum, frá 300.000 kr og uppeftir.
Vit funnu 18 bilar, sum kostað meira enn 500.000
og 18 bilar sum kostaðu 400.000 - 500.000
og 14 bilar sum kostaðu 300.000 - 400.000
Umframt vóru 188 bilar sum kostaðu undir kr. 300.000
Sjálvandi eru tað fleiri, sum hava høga inntøku og tí ráð at brúka pengar uppá bil. Bilasølan minkar og møguliga er lættari at selja bilar privat, fyri síðan at fáa avsláttur frá bilasøluni, tá ongin bilur er í býti.
Bilarnir, sum seldir eru, seinastu árini, eru ofta væl útgjørdir og kosta hareftir. Og tað síggjast eisini sera nógvir rættuliga stórir bilar á vegnum.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











