Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Ársins leiðarar 2025 kosnir

Innanlands | 03/02-2025 11:03

Fríggjadagin 31. januar vórðu Ársins Leiðarar 2025 kosnir á Hotel Føroyum. Harumframt var Herðaklappið til millumleiðarain latið fyri fyrstu ferð

Fríggjadagin 31. januar vórðu Ársins Leiðarar 2025 kosnir á Hotel Føroyum. Harumframt var Herðaklappið til
millumleiðarain latið fyri fyrstu ferð. Hetta er 21’unda árið á rað, at Ársins Leiðarar verða kosnir í Føroyum og fyrstu
ferð nýggji heiðurin Herðaklappið til millumleiðaran er latið. Synergi skipar fyri Leiðaradegnum.

Ársins leiðari er tignarligasti heiður ein leiðari í Føroyum kann fáa, og í ár verður millumleiðarin eisini heiðraður við
Herðaklappinum til millumleiðaran - ein virðismikil heiður, ið setur ljós á týdningin av dygdargóðari leiðslu á
millumstigi.

Dómsnevndin, sum velur Ársins leiðarar og Herðaklappið til millumleiðaran: Í dómsnevndini fyri 2024 sita Johnny í Grótinum, Ingibjørg Berg og Árni Jakobsen

Ársins leiðari innanfyri tað privata 2025 er: Álvur Højgaard, stjóri, Navigare Shipping

Í grundgevingini segði dómsnevndin:
Navigare Shipping bleiv kosið Ársins Virki í 2022 vegna framfýsni og skipaðu menningini av felagnum, saman við góðu
fíggjarligu úrslitunum og tí denti sum verður lagdur á serliga umhvørvisliga burðardygd og grønu leiðina í felagnum.
Men Álvur Højgaard, stjóri og høvuðspartaeigari legðist ikki á løtu síðuna fyri tað. Í 2024 kontraktaði fyritøkan nýggj
framkomin farmaskip fyri hálva milliard krónur. Fyri at realisera hesar vakstrarætlanir tók leiðslan stig til at fáa
tríggjar nýggjar sterkar partaeigarar inn í fyritøkuna. Heldur eiga ein minni lut av nøkrum heilt stórum.
Álvur og beiggjarnir yvirtóku annars Frakt og Sand (í dag Navigare Shipping) í 2006. Men síðani er nógv broytt. Meira
fokus er lagt á farmaflutning, og høvdu teir ynski um at lyfta felagið upp á eitt annað støðið. Hóast byrjanini var tung,
hevur Álvur, saman við beiggjunum, megna at uppbygt felagið til nakað heilt annað enn byrjað varð við.
Sum stjóri hevur Álvur staðið á odda fyri at økt og endurnýggjað flotan, økt um virksemið, stovnað feløg uttanlands,
samleika skiftið v.m., og hevur alt hetta ført til, at felagið er farið frá reyðum tølum, til í dag at reka eina fyritøku, sum
skapar stór virðir fyri starvsfólk, kundar, eigarar og samfelagið sum heild. Álvur hevur sum stjóri ment felagið frá
einari minni fyritøku, sum kundi metast at vera lokal, til í dag at vera ein fyritøka sum arbeiður á altjóða
marknaðinum í altjóða kapping.
Grundað á sín eldhuga fyri starvsfólkum og felagnum, so hevur hann áhuga fyri øllum økjum í felagnum. Álvur er ein
leiðari, har starvsfólk merkja, at stjórin hevur áhuga fyri teirra øki og sum er niðri í eygnahædd, og sostatt skapar
Álvur stórt álit millum leiðslu og starvsfólk, sum gagnar felagnum, tí felagið og starvsfólkahópurin gerst ein meira
samanhangandi eind.

Hini tilnevndu í topp 3 innan tað privata:
Hans Jákup Mikkelsen, stjóri, Mowi Føroyar
Í grundgevingini segði nevndin:
Føroyska parturin av Mowi er fleiri ferðir kosin tann best rikni og effektivasti í Mowi-samtakinum, sum umfatar
laksaaling í fleiri londum. Fyritøkan hevur støðug góð lívfrøðilig og búskaparlig tøl. Síðstu 13 árini hevur Hans Jákup
stjórna alivirkseminum í Føroyum. Starvsfólkahópurin er øktur úr 30 í 2012 til áleið 80 starvsfólk í dag.

Mowi hevur við nýggjum átøkum og virkjum verið við til at menna føroyska aling og hevur skapt arbeiðspláss og
virksemið kring landið. Vøkstur er avmarkaðir í alilógini, men við miðvísum strategiskum arbeiði hevur tað hepnast
Mowi at økja miðal ársframleiðsluna frá umleið 7.000 tonsum og upp í 10.000 tons. Við áhaldni, gransking og stórum
íløgum hevur fyritøkan megnað at fáa aling á harðbalnum økini á Sandsvág at eydnast, og framleiðslan har er nú
umleið 5.000 tons í hvørjum árgangi.
Hans Jákup Mikkelsen er framskygdur leiðari og hevur áræði. Hann leiðir eina altjóða fyritøku úr Føroyum í einari
vinnu og á einum marknaði, sum er í støðugari broyting og í harðari kapping. Tað setur stór krøv til stjóran, sum skal
vera dagførdur og broytingarsinnaður.
Sum stjóri gevur Hans Jákup starvsfólkunum ábyrgd og møguleika at menna burðardyggar loysnir, hann eggjar til
framburð, og hann er semjusøkjandi mótvegis starvsfólkum, myndugleikum og kommunum. Hann ynskir, at
starvsfólk trívast og ger ikki mun á fólki. Hans Jákup sýnir starvsfólkunum álit og virðing, og hann loypir ikki framav.
Hann er fakliga grundaður og djúphugsin, sum eisini gevur starvsfólkunum ró. Hann sýnir eisini samfelagsábyrgd og
hevur luttikið í almennum kjaki við einari konstruktivari rødd.

Tilnevnd: Poula Michelsen, nevndarforkvinna, P/F Poul Michelsen
Í grundgevingini segði nevndin:
Tað er sum oftast ovasti stjórin í fyritøkum, sum verður innstillaður til heiðurin Ársins Leiðari. Men her kemur eitt
undantak, sum tó er í tráð við reglurnar fyri tilnevning, tí Poula Michelsen er nevndarforkvinna, ikki stjóri. Í 2024 vóru
50 ár liðin síðani pápi Poulu, Poul Michelsen stovnaði fyritøkuna.
Poula hevur í fleiri ár sum nevndarforkvinna í PM Heilsøluni staðið fyri strategisku menningini av samtakinum, har
hon hevur møtt nútímans rákum sum at taka ábyrgd fyri umhvørvisárinum í størsta álvara. Nýliga bleiv Poula eisini
vald til næstforkvinnu í Betri-samtakinum, størsta fíggjarliga kassanum í landinum.
Við eini renting av eginognini á 15% síðstu árini hava fíggjarligu úrsltini í PM Heilsøluni verið góð, hóast stórar
rembingar á marknaðinum við stórum prísbroytingum. Men kanska vil Poula heldur taka fram, at PM Pluss frá 2020
til 2023 megnaði at minkað um CO2 útlát við 15%! Sløk 200 starvsfólk frá 24 ymiskum tjóðum starvast í samtakinum.
Í umskipanini av Burðardygd Vinnulív – har Poula hevði ein lyklaleiklut – til Varandi Vinna í Vinnuhúsinum, hevur
Poula veruliga sett kósina á hesum økið í vinnuni sum heild. Hon hevur gingið undan við at skjalfest og greitt frá,
hvussu PM Heilsølan hevur tikið ítøkilig stig til at minka um útlát teirra av vakstrarhúsgassum.

 

Ársins leiðari innanfyri tað almenna 2025 er: Jóngerð Guttesen, leiðari í Roðanum
Jóngerð hevur síðani á sumri 2017 stjórna Roðanum, sum er heitið fyri eldrasamstarvið millum Runavíkar, Sjóvar og
Nes kommunur. Her stjórnar hon áleið 200 starvsfólkum, sum veita týðandi umsorganartænastur í geiranum við
vaksandi tørvi. Tað ger hon á ein álitisvekjandi hátt umvegis deildarleiðarar, sum hon stuðlar til, at Roðin støðugt
mennir tilboð og tænastur til borgarar og teirra familjur.
Ein útsøgn frá deildarleiðara um Jóngerð:
“Hon er ein góður leiðari, tí hon lítur á okkum og gevur okkum álit. Hon letur okkum eisini útbúgva okkum, um áhugi
er fyri tí. Ynskir trivna”.
Sum leiðari er Jóngerð skilagóð, fevnandi og empatisk. Tað gevur tryggleika hjá starvsfólkunum, sum uppliva eina
tíðarhóskandi starvsfólkaleiðslu. Hon gongur høgt uppí, at borgarar og teirra familjur í Roðanum, fáa eina
dygdargóða tænastu. Roðin var ein av fyrstu eldrasamtøkunum at seta dygdarmennarar í starv, og sum
sjúkrarøktarfrøðingur leggur Jóngerð dent á, at dygdin altíð er í hásæti. Hjá starvsfókunum kennist tað meiningsfult
at starvast undir slíkari leiðslu.
Stóri innsatsurin sæst eisini aftur í nøgdseminum hjá brúkarunum. Í sambandi við kommunuvalið 2024 gjørdi Lóður
kanning fyri KvF, sum staðfesti, at eldrarøktin í Runavíkar, Sjóvar og Nes kommunu fekk besta skoðsmálið í landinum.

Hini tilnevndu í topp 3 innan tað almenna:
Tilnevnd: Hans Jóhannus á Brúgv, stjóri, Sjóvinnustýrið
Føroyar eru ein sjófarandi tjóð við einum lutfalsliga stórum skipaflota í mun til fólkatalið. Tí hevur tað sjálvandi
týdning, at myndugleikin á økinum verður stjórnaður av einum dugnaligum stjóra. Tað er Hans Johannes á Brúgv
sambært innstilling senda inn vegna øll tey 21 starvsfólkini í Sjóvinnustýrinum.
Í almenna rúminum hevur Hans Johannes lýst trupul mál, sum Sjóvinnustýrið eisini skal handfara, á ein álitsvekjandi
hátt. Tað er við til at skapa “public service” motivatión, altso at starvsfólkahópurin kennir seg at vera partur av
nøkrum, sum er størri enn tey sjálvi og teirra gerandisligu uppgávur.
Eisini hevur hann víst áræði at møta nýggjum rákum sum talgilding. Her hevur hann verið proaktivur í at veita
talgildar tænastur til viðskiftafólk. Strategiskt hugsandi er hann eisini, tí hann hevur orðað eina langtíðar
strategiætlan, sum setur kósina fyri menningina av stovninum við ítøkiligum málum at stíla eftir.
Við sínum lætta og skemtiliga lyndi ger hann sítt til fyri at skapa góðan trivnað, men tað ger hann eisini sum ein
nærverandi leiðari við áhuga fyri einstaka starvsfólkinum og eisini fyri fakøkinum. Hann verður ikki tikin av fótum, tá
trýst verður á stovnin at taka avgerðir, tí hann skapir ró og heldur fast í yvirskipaða endamálið hjá stovninum.
Tilnevnd: Monica Hjelm Rasmussen, stjóri, Familjufyrisitingin
Í hesum døgum er ríkisfelagsskapurin av álvara á breddanum, nú Trump hevur fingið gott eyga á Grønlandi. Eitt av
potentielt truplu fyrisitingarligu økjunum, sum inntil fyri nýliga lá hjá danska stovninum Ríkisumboðnum, er
familjurættarliga økið. Í 2018 bleiv Familjufyrisitingin sett á stovn og økið yvirtikið frá dønum.
Stjóri gjørdist Monica Hjelm Rasmussen, sum hevði starvast á persóns- og familjurættarliga økinum í fleiri ár hjá
Ríkisumboðnum sum løgfrøðingur. Monica hevur staðið á odda og ment Familjufyrisitingina til tað, sum stovnurin er í
dag. Hetta hevur kravt proaktiva leiðslu, har Monica hevur sett út í kortið.
Monica er ein opin stjóri, sum síðani byrjan altíð hevur verið tøk hjá miðlum, politikarum og øðrum til at miðla
okkara økið. Hetta hevur skapt eitt slag av “public service” motivatión. Eisini hevur hon staðið á odda við at ment tey
tilboð og mannagongdir í Familjufyrisitingini. Monica brennir fyri økinum og kýtir seg fyri, at borgarin skal fáa ein
rættvísa viðgerð og góða tænastu.
Monica kann lýsast sum: Jalig, energisk, engagerað og visioner við áhuga í víðarimenning og granskingarmøguleikum
á økinum. Sum stjóri er Monica sera rúmlig, og gongur høgt uppí, at starvsfólkini trívast og at møguleiki er fyri
førleikamenning. Tað skapir ein ró, eisini í truplum støðum.

Herðklappið til millumleiðaran varð latið: Bára Skaale Klakkstein, leiðari
Rannsóknarstovan, Klaksvík
GRUNDGEVING FYRI TILNEVNING TIL ÁRSINS HERÐAKLAPP 2025
Leiðaradagurin hevur verið fyriskipaður 20 ár, har ársins leiðari innan tað privata og tað almenna verða heiðraðir.
Sum nakað nýtt hesa ferð verður ársins leiðsluherðaklapp latið einum leiðara á millumstigi.
Dómsnevndin fekk fleiri góð boð upp á millumleiðarar, sum hava uppiborið eitt herðaklapp fyri sína leiðslu. Ein
dugnaligur millumleiðari skapar samband millum strategiska leiðslu og dagliga raksturin, gevur starvsfólkum íblástur

og stuðlar bæði trivnaði og úrslitum. Heiðurslønin heiðrar millumleiðara, sum verður tilnevndur av starvsfólkum
sínum og valdur út frá greiðum og góðkendum treytum fyri góða leiðslu á millumstigi.
Grundað á eina væl undirbygda innstilling frá øllum starvsfólkahópinum hevur Dómsnevndin valt at lata herðaklappið
hesaferð til Báru Skaale Klakkstein, deildarleiðara á Rannsóknarstovuni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Sum leiðari evnar
Bára at motivera síni starvsfólk og skapar eina góða arbeiðsmentan, har serliga trivnaður og faklig menning er í fokus.
Arbeiðstoymið arbeiðir væl saman, og hevur tað sera gott saman sosialt, sum alt er við til at vit náa málsetningum.
Rannsóknarstovan hevur verið fyri nógvum broytingum í seinastuni. Coronatíðin hevði við sær nógv økta
arbeiðsbyrðu, men her stóð hon sterk og var sera dugnalig at tilrættisleggja arbeiðsgongdirnar. Beint eftir corona var
ein stór umvæling í gongd á rannsóknarstovuni, har arbeiðsumstøðurnar als ikki vóru optimalar. Við Báru á odda, og
við einum góðum toymi aftan fyri seg, megnaði hon sera væl at fáa okkum ígjøgnum hesa tíðina.
Hóast nógvar broytingar seinastu árini, hevur Bára hildið arbeiðssmoralin uppi og trivnaðinum í hásæti. Í hesum
sama tíðarskeiði, gjørdist rannsóknarstovan toppskorari í tveimum trivanaðarkanningum í øllum heilsuverkinum.
Soleiðis hevur Bára sýnt í verki áhugaða leiðslu við innliving og nærveru, har hon hevur skapt eina jaliga og fevnandi
arbeiðsmentan, umframt at hugsa nýtt og menna rannsóknarstovuna og starvsfólkini har.
Fyri hetta hevur Dómsnevndin valt at heiðra Báru Skaale Klakkstein við heiðrinum Ársins Herðaklapp til
Millumleiðaran 2025.

Tórshavn, 31. januar 2025
Dómsnevndin
Ingibjørg Berg, Árni Jakobsen og Johnny í Grótinum


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Avmarkingar í landingum uttanlands skulu burtur
Ársins leiðarar 2025 kosnir
Dennis Holm, lands­stýris­maður, á fundi við norska fiskimála­ráð­harran
Ein orsøk til at fyritøkur verða seldar av landinum
Ferðavinnan vísur stagner­andi tendensir
Festligir tónar og myndir í Leirvíkar Bátasavni sunnudagin
Flatskattu­rin kemur aftur
Gávugóðs til ungt listafólk
Kommunvalið í Oyndafirði
Lands­stýris­maður, á Arctic Frontiers
Nógvir sera dýrir brúktir bilar til sølu
Nýggjur heilsu­politikkur – Vit vilja fegin hoyra tína meining
Posta gevst við útbering av lýsingarbløðum
Stuðul til film eftir nýggjari kunngerð
Tænastuvinnan væntar framgongd
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi