Flatskatturin kemur aftur
Stóra avbjóðingin hjá kommununum tey komandi árini verur eldraøkið. Har er skattaprosenti - Flatt sum ein pannukaka
“Flatskatturin er burtur”, stendur í eini yvirskrift, sum Javnaðarflokkurin sendi út um vikuskiftið. Flokkurin vísir á givnu skattalættarnar, sum tey siga, hava givið teimum við lægstu inntøkunum mest.
“Vit hava fingið samhaldsfesti inn aftur í skattastigan, og flatskatturin er nú søga,” stendur í fráboðanini.
Kommunuskatturin er flatur
Tá føroyingar rinda skatt, so fer ein partur av pengunum í landskassan meðan restin fer í kommunukassarnar. Landsskatturin er stighækkandi (tær hægstu inntøkurnar rinda mest), meðan kommunuskatturin er nógv flatari enn sonevndi flatskatturin nakrantíð var. Har kunnu øll tjena 30.000 krónur skattafrítt, og av restini rinda øll eitt og sama skattaprosent. – Flatt sum ein pannukaka.
Ein tikkandi bumba
Stóra avbjóðingin hjá kommununum tey komandi árini verur eldraøkið. Talið av eldri borgarum veksur nógv, og vit vita, at kommunurnar eru um at missa tamarhaldið, tí útreiðslurnar vaksa nógv skjótari enn inntøkurnar. Um landsins myndugleikar einki gera við hetta innan heilt stutta tíð, so noyðast kommunurnar at hækka skattin - flatskattin.
Spurningurin er so: Hvat ætlar landsstýrið at gera við tað?
Eg havi enn ikki hoyrt um nakra ætlan, ið kann loysa hendan trupulleikan so skjótt, at kommunurnar klára at fylgja við. So meðan fagnaðarrópini runga um, at flatskatturin er søga, so er væl slóðað fyri eini nýggjari útgávu av flatskatti. Um einki verður gjørt nú við at fíggja eldraøkið, so fer flati kommunuskatturin skjótt at hækka.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
Mest lisið í farnu viku

Aliráðstevnan verður 28 februar

Almennar lønir vaksa 9% privatar vaksa 2,1%

Andakt

Álit um støðu fólkakirkjunnar innan føroysku fyrisitingina og virkisøki umboðsmansins

Bakkafrost úrslit fjórði ársfjórðingur 2024

Flogfar lendi á takinum í Toronto

Krógvaðu 140 milliardir

Lækni nevnir orsøkina til at vit missa evni at minnast

Løgmaður til Týsklands á trygdarráðstevnu

Løgmaður: Støðan í heiminum er alsamt meira óviss

Tey ríku og kvinnur sleppa lættari í rættarskipanini

Vegakervið í Sandoynni eigur at lyftast fram í nútíðina

Video: Maður í kajak endaði í kjaftinum á stórhvali
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











