Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Fiskivinnukjak á Torradøgunum

Fiskivinna | 11/02-2025 10:20

Ætlaðu broytingarnar í fiskivinnulógini verða umrøddar av politikarum úr øllum flokkkum. Eisini luttakaumboð fyri vinnu og serfrøði

Torradagarnir verða í Klaksvík frá 17. februar til 22. februar. 

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ætlar at gera fleiri broytingar í sjófeingislógini. Ætlaðu broytingarnar hava verið til hoyringar, og lógaruppskotið verður væntandi lagt fyri løgtingið fyrsta dagin. Hesar broytingar verða umrøddar í árliga fiskivinnutinginum á Torradøgunum. 

Talan verður um eitt politiskt kjak við umboðum úr øllum flokkum á løgtingi, og eisini fara umboð fyri vinnuna og serfrøðingar at siga sína hugsan um ætlaðu broytingarnar í fiskivinnulóggávuni.  

Høvuðsbroytingarnar í lógaruppskotinum, sum Dennis Holm sendi til hoyringar fyri jól, eru hesar: 

Reglurnar um útlendskan ognarskap í fiskivinnuni á sjógvi verða herdar. Tað merkir, at nýggjur útlendskur ognarskapur kann ikki keypa seg inn í føroysk feløg við veiðirættindum, og verandi útlendingar kunnu ikki víðka um sín ognarlut í fiskivinnuni, til allur útlendskur ognarskapur skal vera úti úr veiðuliðnum, 1. januar 2032. 

Reglurnar um miðsavning av veiðirættindum verða herdar. Tað merkir, at einstaklingar ella feløg kunnu ikki ráða yvir meira enn 15 prosentum av hvørjum bólki, tó 25 prosentum av rættindunum í Barentshavinum. Í dag eru mørkini 20-35 prosent.

Harafturat verða nærstandandi feløg eisini roknað undir einum, tá veiðirættindini skulu gerast upp. Herðingin rakar ikki verandi feløg, sum varðveita síni rættindi, men broytingarnar verða galdandi frameftir.

Føroysk uppsjóvarskip skulu hava rætt til at landa 50 prosent av veiðuni av svartkjafti, makreli og norðhavssild uttanlands. Markið í galdandi lóg er 15 prosent.

Allir loyvishavarar í uppsjóvarvinnuni skulu javnsetast, soleiðis at allar kvotur av svartkjafti, makreli og norðhavssild verða ásettar við støði í føroysku heildarkvotuni og fylgja broytingunum í heildarkvotuni. Í galdandi lóg eru kvoturnar ásettar eftir ymiskum grundarlagi og treytum. 

Smærru feløgini í fiskivinnuni skulu hava allan ágóðan, tá heildarkvoturnar fara uppum ávís mørk. Tað merkir ítøkiliga, at persónar og feløg, sum beinleiðis ella óbeinleiðis hava ræði á í mesta lagi átta prosentum av heildarkvotuni av ávíkavist svartkjafti, makreli og norðhavssild, fáa alla nøgdina av hesum fiskasløgum, sum er omanfyri 385.000 tons fyri svartkjaft, 100.000 tons fyri makrel og 100.000 fyri norðhavssild. Endamálið er at gagna teimum, sum frammanundan hava lutfalsliga lítlar kvotur, sigur landsstýrismaðurin.

Torratingið verður í Varpinum mikukvøldi 19. februar kl. 19.00. Øll eru vælkomin


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Akfarssølan minkar
Andakt
Avmarkingar í landingum uttanlands skulu burtur
Avreidu fyri 32 mió. í ein mána av krabba
Fiski­vinnu­kjak á Torradøgunum
Flatskattu­rin kemur aftur
Funnu micropl­ast í flaki á 180 av 182 fiskum
Nýggjur heilsu­politikkur – Vit vilja fegin hoyra tína meining
Ongin sildaveiða í norskum sjógvi
Orkuskiftið í Føroyum: Tað gongur ov seint
Ryanair gevst at flúgva til Billund og Aalborg
Samtíðardansur: Rannvá og Vár fingið gávugóðs
Sjóborg er Ársins skip 2024
Stuðul til film eftir nýggjari kunngerð
Tá kvinnur­nar fóru út á arbeiðsmarknaðin fóru mennirnir heim
Tænastuvinnan væntar framgongd
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi