Krógvaðu 140 milliardir
Umhvørvismálaráð í USA krógvaði 140 milliardir, sum tey ætlaðu sær at brúka, uttan at Trump og hansara stjórn visti av. Hetta verður nú av ongum. Helst verða 140 milliardir minni til umhvørvi
Stjórin fyri The Environmental Protection Agency (EPA), sum minnir um Umhvørvisstovuna í Føroyum, segði mikudagin, at hansara toymi hevur funnið 20 milliardir dollarar í skattapeningi, sum Biden-stjórnin tilætlað spilti burtur. Hann eitur Lee Zeldin.
"Eitt ógvuliga órógvandi video varð víst fyri tveimum mánaðum síðani, har ein politiskur valdur embætismaður hjá Biden tosaði. Hann greidi frá at teir 'kastaðu gullstengur av Titanic', og skundaðu sær at fáa milliardir av tínum skattadollarum út um hurðina áðrenn nýggi presidenturin tók við í januar."
Hetta upplýsti Zeldin í einum video, sum varð lagt út til X, og vísti á eitt annað video frá desember. "Gullstengurnar vóru skattapengar, og at kasta tær av Titanic merkti, at Biden-stjórnin visti, at tað var at blaka pengarnar burtur."
Zeldin sigur, at EPA hevur ætlanir um at fáa "gullstengurnar" aftur. Teir hava funnið tær, "parkeraðar hjá einum uttanhýsis peningastovni", sum hann ikki nevnir við navni.
Hann segði, at "henda skipanin var tann fyrsta av sínum slag í EPA søguni. Skipanin var gjørd fyri at avseta pengarnar áðrenn nýggj stjórn tók við, 20 januar, soleiðis at teir kundu brúkast aftaná, uttan neyðugt eftirlit.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Eitt klútateppi av rang

Hall á fíggjarlógini merkir hægri skuld

Kjakið um Suðuroyartunnilin

Laksaprísurin lágur í mun til seinasta ár

Tann misvísandi milliardin

Veiðubann fyri makrel og sild í 2028!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











