Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Bakkafrost úrslit fjórði ársfjórðingur 2024

Innanlands | 17/02-2025 07:00

Rakstrarúrslitið í fjórða ársfjórðingi 2024 fyri alt Bakkafrost samtakið var 280 milliónir krónur, samanborið við 356 milliónir fjórða ársfjórðing í fjør

Góð lívfrøðilig gongd, men friðaligt á Havsbrún

Rakstrarúrslitið í fjórða ársfjórðingi 2024 fyri alt Bakkafrost samtakið var 280 milliónir krónur, samanborið við 356 milliónir fjórða ársfjórðing í fjør.

Tøkan í Føroyum var 16.638 tons og 3.840 tons í Skotlandi, í mun til ávikavist 16.005 tons og 1.062 tons sama tíðarskeið í fjør. Lívfrøðiliga gongdin var góð, serliga í Føroyum. Bæði í Føroyum og Skotlandi vóru lúsatølini lág og miðalvektin á tikna laksinum høg.

Í viðmerking til úrslitið sigur Regin Jacobsen, stjóri:

”Alingin í Føroyum gekk væl bæði á sjógvi og á landi.  Lívfrøðiliga gongdin er góð við góðum vøkstri, lágum lúsatølum og stórum fiski til tøku. Smoltframleiðslan á landi hevur tveir ársfjórðingar í rað sett nýtt met fyri, hvussu nógv stór dygdargóð smolt vit hava framleitt. Henda gongdin er við til at hækka framleidni og lækka framleiðslukostnaðin.

Við árslok var eisini greitt, at Havsbrún annað ár á rað hevur sett ársmet í fóðursølu. Hóast tað sum heild hilnaðist væl í 2024, var heldur friðaligt á Havsbrún í fjórða ársfjórðingi. Hetta tí munandi minni varð landað í 2024, enn í 2023. Sostatt var sølan av fiskamjøli og lýsi í fjórða ársfjórðingi nógv lægri, enn sama tíðarskeið í 2023.

Í Skotlandi er virksemið merkt av, at vit eru farin at framleiða stór dygdargóð smolt á nýggju Applecross smoltstøðini. Í ár økja vit munandi um framleiðsluna av smolti frá Applecross, og so hvørt sum hesi stóru dygdarsmoltini verða sett á sjógv, minkar nøgdin av tí ”gamla” fiskinum í sjónum, ið stavar frá smolti við verri dygd. Hetta vænta vit fer at betra munandi um alingina í Skotlandi og geva sjónlig úrslit næsta ár.

Samanumtikið eru vit nøgd við, hvussu tað er eydnast okkum at minka um váðan í skotsku alingini í 2024. Fellið minkaði munandi og tikni fiskurin var stórur og góður, eisini í fjórða ársfjórðingi. Tey mongu átøk, vit hava sett í verk, hava havt við sær, at rakstraravlopið (áðrenn rentur og avskrivingar) í 2024 var tað hægsta, síðani vit keyptu felagið. Í ár ætla vit at leggja raksturin líknandi til rættis sum í 2024, og tá vit næsta ár hava tikið meginpartin av ”gamla fiskinum”, og nærum einans hava fisk í sjónum frá stórum dygdarsmoltum, kunnu vit taka stig til at vaksa tøkuna í Skotlandi.

Laksamarknaðurin er merktur av størri útboði av laksi, ið trýstir laksaprísin niðureftir. Í fjórða ársfjórðingi var prísurin lægri enn væntað. Hetta hevði neiliga ávirkan á úrslitið hjá okkum. 

Vit hava tríggjar stórar byggiverkætlanir í gongd – smoltstøðirnar í Applecross í Skotlandi og í Skálavík, umframt útbyggingina av fóðurframleiðsluni á Havsbrún. Hesar verkætlanir eiga ein týðandi leiklut í at røkka okkara málum komandi árini við stórum dygdar-smolti, besta fóðri og góðari fiskavælferð."

Roknskapurin og nærri frágreiðing um fjórða ársfjórðing 2024 er at finna á heimasíðu felagsins, www.bakkafrost.com


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
43% av Føroyingum starvast hjá tí almenna
Aliráðstevnan verður 28 februar
Almennar lønir vaksa 9% privatar vaksa 2,1%
Andakt
Andakt
Álit um støðu fólka­kirkjun­nar innan føroysku fyrisiting­ina og virkisøki umboðsmansins
Bakkafrost úrslit fjórði ársfjórð­ingur 2024
Flogfar lendi á takinum í Toronto
Heldur eingin Veðurlags­lóg Nú!
Løgmaður: Støðan í heiminum er alsamt meira óviss
Sirið vitjað Almanna­verkið
Vegakervið í Sandoynni eigur at lyftast fram í nútíðina
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi