Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Álit um støðu fólkakirkjunnar innan føroysku fyrisitingina og virkisøki umboðsmansins

Innanlands | 17/02-2025 14:22

Løgtingsins umboðsmaður velur ikki at viðgerða kæru. Eisini vísur hann á, hví málið ikki hoyrir undir Umboðsmannin

Umboðsmaðurin hevur valt ikki at viðgera eina klagu um eina kæruavgerð hjá Almanna- og mentamálaráðnum í sambandi við setan av nýggjum prósti. Umboðsmaðurin metti seg ikki kunna viðgera klaguna uttan eisini at fyrihalda seg til setanarmálið. Sambært § 4 í umboðsmanslógini er virksemi umboðsmansins avmarkað organisatoriskt til at fevna um stovnar innan fyrisitingina undir heimastýrinum, vanliga nevnt stovnar undir almennu fyrisitingini. Við støði í lóggávuni helt umboðsmaðurin støðu fólkakirkjunnar sum part av almennu fyrisitingini vera so mikið ivasama, at umboðsmaðurin valdi ikki at viðgera klaguna um sjálva kæruavgerðina í sambandi við setanarmálið. Umboðsmaðurin helt samanumtikið, at støða fólkakirkjunnar innan fyrisitingina ikki er nóg greitt ásett í lóggávuni og sendi tí fráboðan um lýti við lóggávuni, sambært § 12 í umboðsmanslógini, til Løgtingið og landsstýriskvinnuna í Almanna- og mentamálum.

Klaga varð send umboðsmanninum um eina kæruavgerð hjá Almanna- og mentamálaráðnum viðvíkjandi setan av nýggjum prósti. Almanna- og mentamálaráðið hevði ta fatan, at føroyska fólkakirkjan ikki er partur av almennu fyrisitingini og tí heldur ikki fevnd av eitt nú lógini um Løgtingsins umboðsmann.

Klagarin var ikki samdur í hesi fatan og førdi fram, at í øllum førum partar av virkseminum hjá fólkakirkjuni eru at meta sum fyrisitingarligt virksemi.

Umboðsmaðurin metti seg ikki kunna viðgera klaguna uttan eisini at fyrihalda seg til setanarmálið hjá fólkakirkjuni. Av tí sama var neyðugt at taka støðu til støðu fólkakirkjunnar innan føroysku fyrisitingina, og hvørt hon var umfatað av virkisøki umboðsmansins. 

Samanumtikið helt umboðsmaðurin, at føroyska fólkakirkjan í sambandi við yvirtøkuna gjørdist partur av almennu fyrisitingini undir heimastýrinum, á sama hátt sum danska fólkakirkjan er undir donsku almennu fyrisitingini. 

Seinni hevur Føroya Løgting tó í sambandi við løgtingsmál frá 2013 og 2023 samtykt lóggávu, hvørs fortreyt er, og hvørs viðmerkingar siga, at føroyska fólkakirkjan ikki er partur av føroysku fyrisitingini hjá landi ella kommunum. 

Við støði í hesum helt umboðsmaðurin støðu fólkakirkjunnar sum part av almennu fyrisitingini vera so mikið ivasama, at umboðsmaðurin valdi ikki at viðgera klaguna um kæruavgerðina hjá ráðnum í sambandi við setanarmálið. 

Umboðsmaðurin helt samanumtikið, at støða fólkakirkjunnar innan fyrisitingina ikki er nóg greitt ásett í lóggávuni. Ein greið støðutakan um støðu fólkakirkjunnar er avgerandi fyri heimild umboðsmansins, men ikki minni fyri í hvønn mun fólkakirkjan skal fylgja vanligu fyrisitingarrættarligu lógum okkara í sambandi við fyrisitingarligt virksemi. Umboðsmaðurin sendi tí fráboðan um lýti við lóggávuni, sambært § 12 í umboðsmanslógini, til Løgtingið og landsstýriskvinnuna í Almanna- og mentamálum. (LUM 24/16558)

álitið kann lesast her


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
43% av Føroyingum starvast hjá tí almenna
Aliráðstevnan verður 28 februar
Almennar lønir vaksa 9% privatar vaksa 2,1%
Andakt
Andakt
Álit um støðu fólka­kirkjun­nar innan føroysku fyrisiting­ina og virkisøki umboðsmansins
Bakkafrost úrslit fjórði ársfjórð­ingur 2024
Flogfar lendi á takinum í Toronto
Heldur eingin Veðurlags­lóg Nú!
Løgmaður: Støðan í heiminum er alsamt meira óviss
Sirið vitjað Almanna­verkið
Vegakervið í Sandoynni eigur at lyftast fram í nútíðina
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi