Aliráðstevnan verður 28 februar
Útlendsku serfrøðingarnir Marius Takvam og Kolbjørn Giskeødegård eru millum framløgufólkini, tá ið avbjóðingar og útlit verða umrødd á árligu Aliráðstevnuni
Aftur í ár skipar Havbúnaðarfelagið fyri árligu og vælumtóktu Aliráðstevnuni, sum verður á Hotel Føroyum 28. februar. Á skránni eru áhugaverdar og fjølbroyttar framløgur frá bæði føroyskum og útlendskum serfrøðingum í alivinnuni.
Marius Takvam, granskari á The University of Bergen, fer at leggja fram um avbjóðingar viðvíkjandi nýrunum hjá smolti og laksi. Marius fer at lýsa týdningarmestu váðafaktorarnar, og hvussu tað ber til at tálma avbjóðingini við støði nýggjastu vitanini í lívvirkisfrøði.
Kolbjørn Giskeødegård, ein av fremstu serfrøðingunum í alivinnuni, fer at hava framløgu um framtíðarútlitini fyri laksaaling. Hann fer at umrøða framtíðarútboð av alilaksi næstu 10 árini og geva okkum innlit í nýggja tøkni og alihættir, aling í ymiskum londum og heimspørtum umframt framtíðareftirspurning, marknaðartreytir og nýggj rák.
Harumframt eru spennandi framløgur frá alifyritøkunum á skránni, umframt at framløgur frá Firum, Heilsufrøðiligu starvsstovuni og øðrum viðkomandi aktørum í alivinnuni eru á skránni.
Sum vant verður gongdin í alivinnuni bæði í Føroyum og altjóða seinasta árið greinað, eins og forsagnir um marknaðargongdina komandi árið verða lagdar fram. Aftur í ár eru tað Ragnar Nystøyl frá Kontali Analyse og Rúni Dam frá Avrik, sum leggja fram.
Um kvøldið verður sosialt tiltak við borðhaldi og undirhaldi. Í næstum verður endaliga skráin løgd út á heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Eitt klútateppi av rang

Hall á fíggjarlógini merkir hægri skuld

Kjakið um Suðuroyartunnilin

Laksaprísurin lágur í mun til seinasta ár

Tann misvísandi milliardin

Veiðubann fyri makrel og sild í 2028!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











